Fyri fyrstsu ferð í mong ár er KÍ ikki ovast í kvinnukappingini. Tap í Streymnesi og javnleikur í Gundadali ímóti B36 bera við sær, at EBS/Skála nú er oddalið. At úrslitini hava lagað seg soleiðis seinastu vikurnar ber við sær, at HB aftur hevur møguleika at blanda seg í stríðið um FM.
Um tað skal eydnast, so er neyðugt hjá HB at vinna fulla úrtøku, tá ið KÍ kloikkan 12.30 í dag tekur ímóti. 21. apríl vann KÍ tætta uppgerð 2-1 í Gundadali.
Toppliðið EBS/Skála heldur frí í dag. Hinir báðir dystirnir eru grannauppgerðir: Á Argjum fær AB vitjan av B36, og í Fuglafirði fær ÍF vitjan av Víkingi.
11. umfar í dag
KÍ-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 12.30
ÍF-Víkingur: John Ray Ellingsgaard kl. 15.00
AB-B36: Oda Andreasen kl. 12.30
Støðan
EBS/Skála 24
KÍ 22
HB 16
B36 11
ÍF 9
Víkingur 4
AB 1
EBS/Skála, KÍ, Víkingur og AB hava spælt 9 dystir, og HB, B36 og ÍF hava spælt 8 dystir.