Tað er fult umfar í steypakappingini hjá kvinnum í kvøld. Fjórðingsfinalurnar eru á skránni: B68/NSÍ-ÍF, AB-EBS/Skála, Víkingur-B36 og KÍ-HB.
Soleiðis sum landskappingin higartil hevur myndað seg, so er einki at taka seg aftur í, at tað verður talan um eina moralska finalu, sum tað plagar at verða tikið til, tá ið KÍ í kvøld klokkan 18.30 fær vitjan av HB.
Hesi bæði liðini hittust í Gundadali í landskappingini síðsta sunnudag. Ta ferðina var talan um tætta uppgerð, sum KÍ kvinnurnar vunnu 2-1. Eftir dystin segði HB venjarin Allan Dybczak í samrøðu við Rás2, at hann var vísur í, at hansara lið ikki fór at tapa báðar uppgerðirnar ímóti KÍ í hesi vikuni. Í kvøld fáa tær í Havn nýggjan møguleika í Klaksvík. Einki er at ivast í, at tann, sum vinnur í kvøld, verður stórfavorittur at vinna steypakappingina.
Fyrsta bríkslið í fjórðingsfinalunum verður longu klokkan 15.00 í dag, tá ið B68/NSÍ fær vitjan av ÍF.
Lutur er longu kastaður um, hvussu liðini skulu spæla í hálvfinalunum, sum vera 2. mai og 30. juni. Tá hittast vinnarin av AB-EBS/Skála og vinnarin av KÍHB og so vinnarin av Víkingi-B36 og vinnarin av B68/NSÍ-ÍF. Finalan verður 24. august.
Fjórðingsfinalur í steypakappingini hjá kvinnum
B68/NSÍ-ÍF: Dia Lamhauge kl. 15.00
AB-EBS/Skála: Dánjal M. Joensen kl. 17.30
Víkingur-B36: Elsa Andreasen kl. 18.00
KÍ-HB: Magnus Jørmundsson kl. 18.30









