KÍ og AB renna fyri seg sjálvi

1. deild kvinnur - Hóast bæði Skála og Víkingur komu væl frá byrjan í dystinum ímóti ávíkavist KÍ og AB, so er alt við tað gamla og KÍ og AB renna frá hinum. EB/Streymur vann botn uppgerðina ímóti MB og hevur helst tryggja sær pláss í bestu deildini til komandi ár

KÍ hevði í Klaksvík vitjan av Skála. Seinast liðini møttust har, megnaðu Skála kvinnur at fáa ein 1-1 javnleik heim við. Longu aftaná 8 minuttir fekk Skála ein gyltan møguleika at leggja seg á odda, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Tíverri fyri Skála kvinnur, so bjargaði Randi Wardum í KÍ málinum brots­parkinum.

Ránnvá gongur á odda
Tá seinni hálvleikur var 20 minuttir gamal, fekk KÍ hol á. Sum so mangan, so var tað Rannvá B. Andreasen, ið gekk á odda hjá KÍ kvinnum og legði tær á odda 1-0. Skála misti tamarhald á støðuni og bara tríggjar minuttir seinni økti Malena Josephsen til 2-0. Tað gingu aftur bara tríggir minuttir, so var mál. Hesa ferð var tað Maria K. Thomsen, ið skorði til endaliga úrslitið 3-0 til KÌ.

Reytt kort vendi dystinum
AB hevði á Argjum vitjan av Víkingi, sum seinast tær vóru á Argjum vunnu 2-0. Hesa ferð var tó ongin ivi, AB vann heili 6-1, men tað var ikki fyrr enn Víkingur fekk ein leikara útvístan, at argjakvinnur fingu tamarhald á dystinum. Víkingur kom best frá byrjan, tá Margunn Jacobsen legði Víking á odda. AB svaraði aftur, tá fyrri hálvleikur var áleið hálvrunnin. Tað var Olga Kristina Hansen, ið javnaði. Síðani kom ein avgerandi løta í dystinum. Sum aftasti leikari, feldi Ragnfríð K. Jacobsen AB liðskiparin, Monu Breckmann, og fekk beinleiðis reytt kort. AB skoraði tríggjar ferðir áðrenn dómarin bríkslaði fyri hálvleiki og dysturin var avgjørdur. Fyrst var tað Rakul Jógvansdóttir, ið legði AB á odda, meðan Mona Breckmann økti til bæði 3-1 og 4-1. Í seinna hálvleiki skoraði Olga Kristina Hansen tvey mál aftrat og fekk sostatt eitt hattrick.

EB/Streymur leyst av niðurflyting
Í botn dystinum í Miðvági vann EB/Streymur 3-0 og hevur harvið lagt sjógv millum seg og MB. Sigrun K. Kristiansen skoraði tvey, meðan Anna Abelsen skoraði eitt. EB/Streymur hevur nú 10 stig á næstniðasta plássinum, men hevur nú heili átta stig niður til MB, sum liggur niðast.