KÍ og 07 Vestur best fyri

Uppflytingarkandidatarnir, KÍ og 07 Vestur, hava fingið eina flúgvandi byrjan í 1. deild við sjey av níggju møguligum stigum. Eisini teir næstbestu hjá Víkingi standa seg væl

Fótbóltur: »Tað er betur at vinna leygardag, enn at tapa sunnudag,« var orðaljóðið í sms-boðunum, sum vunnu kappingina í Triðja Hálvleiki á Rás 2 í gjár. Kanska er óneyðugt at siga, at tað var ein klaksvíkingur, ið hevði sent inn…
Leygardagin var toppdystur í 1. deild hjá monnum í Klaksvík, tá KÍ tók ímóti teimum næstbestu hjá HB. KÍ fekk longu mál í fyrsta álopinum, og støðan var 5-0 til heimaliðið, áðrenn HB fekk pyntað um úrslitið. HB fekk ein mann útvístan mitt í fyrra hálvleiki, og tað viðvirkaði helst til óvæntað stóra KÍ-sigurin.
Hetta við teimum reyðu kortunum var annars nokk so gjøgnumgangandi fyri dystirnar leygardagin, tí í fýra av teimum fimm dystunum blivu spælarar útvístir.
Undantakið var dysturin hjá 07 Vestur ímóti AB, sum endaði við 2-1 sigri til heimaliðið, ið tí liggur líka væl fyri sum KÍ. Tey bæði liðini, ið kunnu flyta upp, eru oddalið saman við Víkingi, sum vann 2-1 á FC Hoyvík, ið klárt er tann av uppflytingarkandidatunum, ið er byrjaður ringast við bara einum av níggju møguligum stigum.
TB liggur mitt á stigatalvuni, men skuffaði stórliga ímóti uppflytarunum úr EB/Streymi, sum síðsta hálva tíman spældu við einum spælara í minniluta – og kortini megnaðu javnleik á Sevmýri! Helst skal TB taka seg munandi saman undan dystinum leygardagin komandi, tá KÍ kemur á vitjan. Eina ferð taldust hesi bæði feløgini millum risarnar…
Fimti dysturin leygardagin var millum teir næstbestu hjá grannafeløgunum, B68 og NSÍ, og hann endaði eisini við javnleiki.