Kámt ígjøgnum sirmatám vit sóu hús og veg

Hesi orðini úr sanginum hjá Hans J. Glerfoss runnu mær í hug, tá eg mándagin vitjaði málningaframsýningina hjá 39 ára gamla, Høgna Thomsen í Klaksvík. Framsýningin, sum er í hølunum hjá Føroya Banka við Klaksvíksvegin, er avgjørt verd eina vitjan

Málningarnir hjá Høgna eru so naturalistiskir, at tú kennir tað nærum, sum kanst tú ganga inn í teir. Tá tú hyggur at myndunum, kennir tú veruliga angan av grasi og tara.
Myndirnar eru rættiliga hugtakandi, og hann hevur sín serstaka stíl, sum neyvan er sæddur í Føroyum áður.
Tað, sum eyðkennir málningarnar hjá Høgna, er mjørki og tám, og myndaevnini eru úr føroysku náttúruni, við ikki heilt sørt av útlendskum dámi.
Høgni sigur, at hann altíð hevur havt hug at mála. Helst síðani áðrenn eg var føddur, leggur hann skemtandi aftrat.
- Mær hevur altíð dámt naturalistiskar myndir; tað geri eg enn, sigur hann.
Høgni sigur, at tá ið tú byrjar at mála, skulu málningarnir helst
verða foto-realistiskir.
- Soleiðis var eisini hjá mær; men tað arbeiðir tú teg seg so við og við burtur úr.
Teir 25 oljumálningarnir, sum eru við á framsýningini hesaferð, eru allir málaðir í ár.
Høgni hevur nýtt ein málihátt, sum minnir um tann, ið verður nýttur til vatnlitsmyndir. Litirnir verða lagdir á tað, sum listamenn kalla ?vátt í vátt?. 
Høgni nýtir penslar og máliknívar til málningar sínar. Onkur málningur er so at siga bert málaður við knívi. Hesin háttur krevur gott eyga og handalag, siga teir, ið skil hava fyri slíkum.
Farloyvi frá Com Data
Høgni er farin í farloyvi frá arbeiði sínum á Com Data; hann ætlar at royna, um til ber at liva av at selja málningar.
Spurdur, um hann hevur nakað listafólk sum fyrimynd, svarar hann: 
-Nei, tað havi eg ikki, men mær dámar væl verkini hjá Rembrandt.
Millum málningarnar er ein av Múla. Ein einastandandi vakur málningur, sum eyguni aftur og aftur fella á.
- Hatta er mín nýggjasti málnigur, sigur Høgni.
Hann sigur, at tað vísir seg, sum tú altíð er best nøgdur við sítt seinasta verk.
- Tað er undarligt at síggja málningar aftur, eg málaði fyri nøkrum árum síðani, og ofta verði eg skuffaður av mær sjálvum og haldi, at málningarnir síggja barnsligir út, sigur hann.
- Men hetta kemst sjálvsagt av, at tú mennist so hvørt, sum árini ganga og førleikin at mála gerst betur og betur, leggur hann aftrat.
Høgni sigur at enda, at framsýningin er sera væl vitjað, og fólk eru hugtikin av málningunum.
Framsýningin, sum læt upp seinasta hósdag, heldur fram til fríggjadagin 18. oktobur. Opið er allar dagar frá 14-16. Hósdagin er opið til klokkan 18.
Myndirnar eru allar innrammaðar í støddunum, 80x100 ,  60x80 og 40x50 cm.
Eisini ber til at síggja myndirnar á heimasíðuni hjá Høgna Thomsen; heima.olivant.fo/~hthomsen.