Ein long røð av kreditorum hava mist størri og minni upphæddir fyri arbeiði, fyritøkurnar hava gjørt fyri Injektor Trawldoors, sum er farið á húsagang.
Klaksvíkar Ítróttarfelag er ein kreditorur, og teirra missur er sponsorpeningur fyri í hvussu er eitt ár.
Fyri góðum tveimum árum síðan gjørdi KÍ sáttmála við Injektor Trawldoors um at sponsorerA, og tá fekk fótbóltsvøllurin í Klaksvík navnið Injektor Arena.
Men illa hevur alla tíðina gingið hjá KÍ at fáa peningin frá Injektor Trawldoors, og tá ið Injektor Trawldoors endaði í fútarættinum í summar, gavst KÍ at rykkja eftir peninginum. Frægast var at gevast vi stríðnum fyri at brúka peningin til annað, helt nevndin.
Sáttmálin segði, at KÍ skuldi hava 120.000 krónur um árið. Í ár hevur felagið ikki fingið eitt oyra, so kravið til trotabúgvið er minst tað.
Vøllurin ber nú aftur navnið vøllurin á Djúpumýri. Injektor-skeltið er tó ikki tikið niður enn. Tað hevur ongan skund at taka tað niður, nú eingin fótbóltur er kortini.
KÍ væntar ikki, tað verður trupult at finna nýggjan sponsor, nú felagið aftur er í fremstu deild. Fíggjarliga er felagið eisini komið upp undan aftur aftur.