Gulldreymurin livir framvegis, men tað verður í Klaksvík staðfest, at tað er stórt sannlíki fyri, at túrurin til hús úr Fuglafirði verður umvegis gullrús í Gøtu og Leirvík.
Gull møguleikin í Klaksvík er fyrst og fremst treytaður av, at KÍ vinnur fulla úrtøku í Fuglafirði. Tølini siga, at tað er stór avbjóðing:
-Vit fokusera á okkara uppgávu. 4-2 tapið á heimavølli ímóti ÍF sigur okkum, at avbjóðingin í verður stór. Um AB fer at taka stig frá Víkingi, so verður tað øgiliga snópisligt, um vit ikki megna okkara uppgávu, sigur Páll A. Klettskarð í KÍ.
Tríggir spælarar restaðu síðsta sunnudag, tá ið B68 varð sent úr Klaksvík við 6-0 tapi. Semir Hadzibulic sat á beinkinum alla tíðina, meðan Jóannes Bjartalíð og Ahmed Mujdragic als ikki vóru við. Undan vikuskiftinum ljóðaði, at allir spælararnir vóru tøkir, men nú frættist úr Klaksvík, at tað eru fleiri ivamál. Eitt nú var týdningarmikli miðvallarin Jákup B. Andreasen skaddur undir venjing í vikuni.
ÍF tapti sunnudagin 4-1 í Gundadali ímóti HB:
-Tað er stór avbjóðing at motivera spælararnar, tá ið vit eru í ongamanna landi. Tað hevur øgiliga stóran týdning at enda væl, og vit eru sinnaðir at leggja nógv fyri at gera tað, sigur ÍF venjarin Jákup Mikkelsen.
Liðformaðurin, Jan Ó. Ellingsgaard, var ikki við í Gundadali ímóti HB. Hann var burturstaddur orsaka av persónligum umstøðum. Jan er ikki komin heim aftur enn og verður tískil heldur ikki í dag á ÍF liðnum.