KÍ mannað av nýggjum

Á aðalfundi í Klaksvíkar Ítróttarfelag í kvøld vórðu nýggjar nevndir valdar.

 

Tummas Lervig var afturvaldur sum formaður í KÍ uttan mótvalevni. Fimm onnur fólk vórðu vald í starvsnevndina: Alexander Joensen (næstformaður), Karsten Hansen (ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál), Jórun Jacobsen (ábyrgdarfólk fyri høli), Símun Waag Høgnesen (ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt) og Kristoffur Ragnarsson (ábyrgdarfólk fyri hondbólt).

 

Viðtøkurnar fyri KÍ vórðu eisini broyttar, so at virksemið hjá besta mansliðnum verður lagt undir felagið. Hetta virksemið hevur seinastu árini ligið í smápartafelagnum KÍ, sum skal avtakast.

 

Formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, skal verða formaður í Effo-nevndini, og afturat honum vóru eisini valdir Karl Marius Poulsen og Eyðun Thorgeirsson. Tiltakslimur verður Magnus Arge.