KÍ møtti ikki upp

Tað luktar hálvavegna av gølu í aðru deild, eftir at KÍ ikki fekk mannað lið til útidystin móti AB

Eingin dystur

Summarfestivalur var í Klaksvík um vikuskiftið, og ein av avleiðingunum av hesum tykist vera, at KÍ hevði trupulleikar at manna lið, tá aðrudeildarliðið hjá felagnum skuldi á vitjan hjá AB.
Har høvdu menn annars í eina viku fyrireikað seg til dystin, men fríggjakvøldið kom fax frá KÍ, har boðað varð frá, at teir ikki fingu mannað lið til dystin.
- Hetta kann eg slettis ikki góðtaka. Vit hava brúkt eina heila viku til at fyrireika okkum til dystin, og so kemur eitt fax fríggjakvøldið, har avboð verður givið. Hetta er bara nakað, sum ikki eigur at koma fyri í aðru deild, sigur AB-venjarin, Kári Reynheim, ið sum vera man er alt annað enn glaður um støðuna.
Og umberingarnar hjá KÍ tóktist AB-venjarin eisini geva lítið fyri.
- Í fyrsta lagi siga teir, at summarfestivalurin gjørdi, at tað var trupult at fáa fólk. Vit hava eisini leikarar, sum skuldu á festival, men fyri tað ætlaðu vit at spæla dyst leygardagin. Og so tosaðu teir eisini um, at teir høvdu so nógvar skaðar og leikbann í fyrstu deild, og at teir tí manglaðu nakað av fólki. Vit hava so eisini havt bæði skaðar og leikbann, men so mugu vit bara niður á fjórðudeildarliðið eftir fólki. Tað eru spælireglurnar, og so er tann søgan ikki longri.

Og tað er einki at ivast í, at støðan hjá AB kann gerast heilt keðilig, um illa vil til. Í løtuni er talan um eitt sera tætt oddastríð í aðru deild, og tað er ikki óhugsandi, at málmunurin kann gerast avgerandi fyri endaligu støðuna í deildini. Her stendur AB seg í løtuni ringast av oddaliðunum, og tí vildi ein ? kanska ? trivaligur á KÍ ivaleyst komið væl við.
Men hetta eru tó bert hypotesur, og Kári Reynheim vil heldur ikki gera nakrar viðmerkingar til tann partin.
- Hasin dysturin er av fyri mítt viðkomandi. Vit hava útidyst í Hvalba næsta vikuskiftið, og tað er tað, sum eg fyrireiki meg til. Men eg haldi framvegis, at hetta yvirhøvur ikki kann góðtakast, og kappingarnevndin eigur at skera ígjøngum í málinum, soleiðis at KÍ verður revsað, staðfestir AB-venjarin at enda.

Og kappingarnevndin fer so eisini at hava fund um málið, men enn ber tó ikki til at siga, hvat úrslitið av hesum fundi verður.
- Málið er enn ikki viðgjørt, og tí fái eg ikki sagt, hvørja støðu vit taka, sigur varaformaðurin í kappingarnevndini, Niklas á Líðarenda.
- Men talan er í øllum førum um eitt álvarsligt mál, sum vit fara at viðgera bæði væl og virðiliga. Sjálvur minnist eg ikki, nær trupulleikar hava verið av hesum í aðru deild, men í triðju deild eru slík mál fyrr komin fyri, sigur varaformaðurin at enda.
Sambært kappingarreglunum, so er tó greitt, at kappingarnevndin kann revsa KÍ fyri tilburðin. Grein 12, stk. 2 í reglunum staðfestir, at »Møtir lið uttan haldgóða orsøk ikki til ein ella fleiri dystir í lands- og steypakappingini, kann liðið verða koyrt úr kappingini. Kappingarnevndin ger annars úrskurð um, hvørjar avleiðingar hetta skal hava fyri viðkomandi felag, herundir um viðkomandi felag kemur undir sekt, og hvørjar avmarkingar sklu verða galdandi fyri luttøku hjá viðkomandi felag í komandi kappingarári«
Soleiðis er næst besta liðið hjá KÍ í løtuni í vanda fyri at verða koyrt úr kappingini, og tað er einki at ivast í, at hetta vildi verið mest sum skomm fyri felagið, sum stendur fyri 100 ára degnum í næstum.