Grein frá 5-10-2007
20-ára gamla Randi Wardum, ið byrjaði at spæla fótbólt við HB, skifti fyri fýra árum síðani HB-búnan út við KÍ-búnan. Og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið strálandi hjá henni og KÍ. Eftir 4 árum hevur hon vunnið sær heili 4 Føroyameistaraheiti, 4 luttøkur í kappingum fyri meistaralið og vunnið sær pláss á landsliðnum.
Útlitini mugu sigast at vera sera góð fyri framtíðina, bæði hvat Randi og KÍ viðvíkur.
Í gjárkvøldið gjørdist eisini greitt, at íslendska felagið Valur, sera fegnir vil hava Randi til royndarvenjing.
- Hetta tykist ganga øðiliga skjótt fyri seg. Venjarin gav mær boðini fyrradagin og eg skal longu avstað seinnapartin í dag, fortelur Randi. Hon leggur afturat, at hon væntar ikki at hon orduliga skilur hvat tað er sum fyriferst, fyrr enn hon stendur mitt í tí.
Randi fer til Íslands í dag og kemur heim aftur mánakvøldið.
Valur er eitt av teimum heilt sterku liðunum í Íslandi og settu teir seg fyrst í samband við KÍ, áðrenn teir sluppu at tosa við sterka málverjan.
-Fyri ein fótbóltsleikara vil tað altíð vera meiri spennandi at sleppa at royna seg úti í evropa, og var hetta nokk størsta orsøkin til at eg skifti felag á sinni, greiður Randi frá.
Hvat heldur Randi so um meistaraheitið í ár, tá KÍ-kvinnurnar fingu skarpa mótstøðu frá B36. Var hetta meistaraheitið tað besta?
Randi drálar ikki eina løtu og sigur at meistaraheitið hjá henni við KÍ fyri fýra árum síðani, enn er nakað heilt serligt, tí hetta var hennara fyrsta í bestu deildini.
-Árið í ár hevur tó eisini verið nakað serligt. Eg meti at vit hava spælt betur fótbólt enn undanfarin ár og hava fingið fleiri teknikst góðir spælarar á liðið.
Randi heldur at liðið er væl samanspælt í ár og ivast ikki í at KÍ fer at vísa styrki í komandi kappingarári.