KÍ málverji í TB málið

Málmanskreppan í TB er fyribils avlýst

Tað verður Meinhard Joensen, sum skal verja málið hjá TB móti NSÍ sunnudagin. Talan er um avtalu fyri hendan eina dystin, skrivar Norðlýsið í dag.

 

Undan hesum kappingarárinum heintaði felagið kamerunska Joslain Mayebi, ið vardi málið fyrstu 11 umførini. Síðani hendi tað, at pápi Joslain Mayebi doyði, og hetta gjørdi tað, at kamerunski málverjin fór til heimlandið at venda, men er ikki komin aftur.

 

Síðani Mayebi fór úr Føroyum hevur 39 ára gamli Predrag Markovic, ið TB fekk undantaksloyvi at leiga mitt í kappingarárinum, vart málið hjá tvøramonnum. Hann verður heldur ikki við í dystinum í sunnudagin, sum er á heimavølli ímóti NSÍ, tí hann er burturskaddur.

 

Nú er so greitt, at tað verður 36 ára gamli Meinhardt Joensen, ið skal verja málið hjá TB komandi sunnudag, tá NSÍ kemur á vitjan. Hetta er somuleiðis fyrsti dystur við Sigfríða S. Clementsen sum venjara hjá TB.