Kálvurin rópar so hart

Eitt av teimum forkunnugu tilboðunum á Summarfestivalinum í ár er djóragarðurin. Hestar, seyðir, gæs og næstan øll hini føroysku djórini eru at síggja í djóragarðinum. Eisini vóru útlendsk djór at síggja so sum geitir og litfagrir froskar.

Rói, Aron, 5 ár, og Pætur Reinert Hansen, 2 ár, sum koma úr Saltangará, høvdu saman við mammu síni leitað sær inn í djóragarðin.

?Hetta er ordiliga stuttligt. Serliga kálvurin er stuttligur, tí hann rópar so øgiliga hart,? sigur Rói, ið er 8 ára gamal.

?Hestarnir eru eisini stuttligir. Mitt meðan vit hugdu eftir teimum, so byrjaðu teir at renna og leika í. Tá bleiv eg nokk so kløkkur,? sigur Aron, sum er 5 ára gamal.

Pætur, sum er 2 ára gamal, hugnaði sær eisini óført. Heima á Saltnesi eiga teir tríggir beiggjarnir eitt lamb, ið eitur Brúsi. Fiskurin, Boss, er tíverri nýliga deyður.