?Leikarar úr vokskabinettinum? var yvirskriftin í grein herfyri, tá boðað var frá, at nú var Klaksvíkar Sjónleikarafelag aftur á veg við nýggjum leiki. Egi Dam leikstjóri hevði eftir øllum at døma sett sær fyri, at grava eini 20 ár aftur í lokalu sjónleikarasøguna og støva eina røð av gomlum leikarum av, so teir aftur kundu koma til heiður og æru á pallinum í Atlantis anno 2004. Hví ein havnamaður skuldi fáa eitt slíkt herðindi av lokalum klaksvíksnostalgi, dugdi eg satt at siga ikki at skilja - tá. Men eftir at hava sæð nýggja leikin ?Ansa mær eftir Amaliu? skilji eg ikki bara leikstjóran ? eg ímyndi mær eisini, at hann hevur kent seg sum ein kúll, sum er sloppin leysur í einum bommhandli, tá hann skuldi velja imillum hetta stóra harkaliðið av orginalum, sum skuldu ansa honum eftir Amaliu.
Av tí gamla slagnum
?Ansa mær eftir Amaliu? er ein farca av tí gamla slagnum, har fløkjur og misskiljingar føra søguna víðari, meðan søgan sjálv hevur lítlan ella ongan týdning. Tað eru leikarnir, sum bera leikinum og undirhaldinum uppi, og hesuferð eru teir eru óvanliga nógvir um boðið ? heili 19 í alt.
Hóast Jan Gardar ikki er so gamal, er hann longu vorðin the Grand Old Man í farcuhøpi í Klaksvík. Hann hevur høvuðsleiklutin í ?Amaliu?, og tað er ein stórur spurningur, um nakar annar kundi gjørt honum kynstrið eftir. Jan hevur eitt heilt serligt flair fyri timing, sum kemur mest sum av sær sjálvum og tykist næstan líka viðføtt, sum serstøku gávurnar, hann hevur, at fáa útrykkið í andlitinum at gera allar replikkir óneyðugar .
Hin høvuðsleikluturin verður spældur av Durtitu Samulesen. Sum altíð, sleppur hon væl frá uppgávuni, men vónandi sleppur Durita skjótt at royna seg í einum øðrum leikuluti enn tápulig og forkelað gleðisgenta ella elskarinna ? ein leiklutur, sum í longdini er ov einsháttaður og grunnur til at kunna gerast áhugaverdur.
Bergtóra Poulsen spælir hin kvinnuliga høvuðsleiklutin sum fín Greivinna. Haldi meg ikki hava sæð Bergtóru á palli fyrr, men hon er avgjørt ein funnin fressur til júst hendan leiklutin. Sum snobbut yvirklassa-madame liggur vandin fyri at yvirspæla allatíðina og lurur, men Bergtóra skákar sær undan hvørja fer. Í staðin gevur hon Madammuni eitt myndugt og í løtum næstan aristokratiskt yvirbrá, sum ger figurin óvænta áhugaverdan av einum farculeikluti at vera.
Heili 16 aðrir leikarar eru við í leikinum, og saman megna tey at undirhalda áskoðarnar væl og virðiliga líka til síðstu løtu. Tann løtan kundi kanska komið fyrr, tí eftir mínum tykki tóktist leikurin vera óneyðuga langur. Ikki tí, har ikki var nóg mikið at flenna at, men tí fleiri leiklutir og leikbrot tóktust at hava lítið og onki við heildina at gera. Áðrenn leikurin var sýndur fyrstu ferð hoyrdist, at leikstjórin hevði tikið ikki minni enn nýggju leiklutir úr leikinum. Um tað er hetta, sum hevur órógvað javnvágina, veit eg ikki, men okkurt var, sum tóktist at hanga ov nógv í leysari luft.
Gomlu jassarnir
Tað er ikki so løgi, um onkur hevur fingið illgruna um, at Jógvan Brim, Eliesar í Pállstovu, Suni S. Samulesen og Ólavur Klakk nokk ganga og venja sjónleik í loyndum. Ella hava teir tað bara í sær enn. Og tað, sum vit kanska ikki hava sæð fyrr, fekk Suni í ríkilig mát lagt afturat við sínum frálíka spæli í leiklutinum sum ein kventrasligur og ?klammur? gubbi, sum misskilur alt og bara heldur alt vera so ?deiliga yndisligt og lekkurt?.
Hesir gomlu jassarnir góvu áskoðarnum undirhald fyri allar pengarnar, og vit flentu ikki bara, tí tað plagdu vit altíð at gera, tá vit sóðu teir á palli fyrr í tíðini. Heldur mintu teir okkum á, at farcur, tá tær eru best, kunnu fáa fólk at flenna at tí sama uttan mun til tíð og stað. Og ikki minst uttan mun til hvørjar fordómar og avgjørdar meiningar áskoðarnir møguliga hava við sær í viðførinum á veg inn í sjónleikarahúsið.
Fryst fast
?Klaksvíkingum dáma best skemtileikir?, verður sagt. Um tað passar, veit eg ikki, men hatta hevur verið endurtikið so ofta nú, at Klaksvíkingar og kanska serliga Klaksvíkar Sjónleikarafelag eftirhondini tykjast at hava start seg blindan uppá tað. Tað er sjálvandi onki galið í at áskoðarnir dáma skemtileikir, men tað er ein trupulleiki, um leikarnir fara at halda, at so ber ikki til at spæla nakað annað. Tað er ongin loyna, at felagið ikki hevur serliga góðar royndir av at lokka áskoðarnar til álvarsleikir, men tað er also eitt lang glopp millum klassikar tragediur og dett-á-rumpina-av-látri leikir, sum til dømis ?Amalia?. Við at gera hetta til ein antin ella spurning avsker felagið seg frá alt ov nógvum møguleikum og nýggjum avbjóðingum, tíverri eisini við tí úrsliti, at leikarar vera frystir fastir í leiklutum sum dummar blondinur, láturligir generalar, kiksaðir konufólkarevar og aðrir karikaturar. Og tað er stórt spell fyri eitt felag við so nógvum potentiale, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag.