Malena Josephsen mátti á sjúkrahús eftir samanstoyt í Champions League dysti á Kypros í kvøld.
Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at Malena Josephsen og ein spælari á albanska mótstøðuliðnum hjá KÍ rendu høvdini saman í stríði um ein høgan bólt.
Malena var tann óhepnara av teimum, tí hon fekk hol á høvdið og bløddi illa. Tað var ikki hugsningur um at senda Malenu aftur á vøllin, og í staðin var hon flutt á sjúkrahús í sjúkrabili.
Á sjúkrahúsinum, sum liggur í sama grannalagi sum leikvøllurin, var Malena seymað við fýra pentum, áðrenn hon slapp aftur á stadion at fylgja seinasta partinum av dystinum, sum KÍ vann 11-1.
Malena hevur tað gott og fekk einki annað mein av samanstoytinum enn eitt hol á høvdið.
(Mynd: Símun Akursmørk)