Steypavinnararnir í EB/Streymi hava framvegis møguleika at endurvinna kappingina um Løgmanssteypið. Talan verður kortini ikki um sama steypið, tí tað hevur B36 jú vunnið til ognar.
Í gjárkvøldið vann EB/Streymur 2-0 á KÍ. EB/Streymur tykist vera í góðari javnvág. Teir nýta somu uppstilling, og teir eru framúr effektivir frammanfyri mótstøðumálinum. KÍ legði sera varðið fyri, teir drógu ferðina niður, og í 1. Hálvleiki høvdu teir púrt einki at bjóða uppá fram eftir vøllinum. Eftir steðgin vóru klaksvíkingar meiri ágrýtnir og framrættaðir.
Nógvir av áskoðarunum úr Klaksvík vóru ikki komnir framat vøllinum, tá ið støðan longu var 1-0. Hans Pauli Samuelsen sendi innfyri eitt sindur úr høgru, og Leif Niclasen var leysur við handara stólpan. Sigurin varð staðfestur, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Tá hevði EB/Streymur í góða løtu verið undirmannað. Dómarin, Ransin Djurhuus, vísti miðvallaranum, Bárði Olsen, reyða kortið, eftir at hesin hevði roynt at steðga Leon Bjartalíð, sum hesa ferð var á høgra vongverja hjá KÍ.
2-0 málið skoraði Hans Pauli Samuelsen eftir snarálop. Klaksvíkingar mistu á veg í álop, og Hans Pauli var tryggur, tá ið hann kom ímóti landsliðsmálverjanum. Harvið var tað greitt, at EB/Streymur verður partur av hálvfinaluni soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við.
KÍ hevur innan tríggjar dagar spælt tvær ferðir 90 minuttir í Sreymnesi uttan, at tað hevur eydnast at fáa bóltin inn um stinna René Tórgarð í EB/Streyma málinum. At skjóta mál er tískil stórur trupulleiki hjá klaksvíkingum. Egil á Bø, Marni Djurhuus og hinir í heimaverjuni eru stinnir, og teir duga væl at lesa spælið, men KÍ hevur spælt seg til møguleikar, sum ivaleyst kundu havt borið mál við sær, um atteir høvdu havt álopsvápnini, sum EB/Streymur eigur.
Gongdin higartil hevur víst, at KÍ eigur ikki sovorðin tung vápn. Hesa ferð var Heðin á Lakjuni fremstur, og Rodrigo, sum er keyptur til Klaksvíkar at gera mál, var aftanfyri. Teir høvdu báðir onkran møguleika, uttan at tað eydnaðist.
Sum 2. hálvleikur leið spenti Eyðun Klakstein álopsbogan. Ovi Nysted varð fluttur úr miðverjuni og fram í álopið, og so vóru Leon Bjartalíð og Símun Joensen, sum hesa ferð røktu vongverjarnar, í verjuni saman við Milic Curcic, ið tykist vera góður stýrimaður. Tað stóust spentar støður í heima brotsteiginum, men KÍ kom ikki nærri enn nær við og næstan. Spenningurin var kortini stórur, um tað skuldi eydnast KÍ at stríða seg til longda leiktíð. Málið hjá Hans Paula Samuelsen var mønustingurin, sum bar stóra heimafagnað og enn eitt vónbrot fyri klaksvíkingar við sær.










