Leikbann
Tað var rættiligt rok á vøllinum, tá Sumba var á vitjan hjá næst bestu klaksvíkingunum seinasta vikuskifti.
Dysturin endaði við einum tryggum 4-1 sigri til klaksvíkingar, og meira enn nakar annar var tað Erling Fles, sum var í fokus. Fyrst og fremst tí hann við einum hat-trick var høvuðsmaðurin aftan KÍ-sigurin, men seinni í dystinum fekk hann reyða kortið, og tann hendingin fær nú eftirspæl.
Tók í hjálpardómaran
Sjálv hendingin, har reyða kortið kom á loftið, verður ikki søgd at vera av teimum grefligastu. Talan var um eina eftirtackling, sum dómari og hjálpardómari í felag mettu svaraði til ostaskorpuna, men hetta hóvaði ikki leikaranum. Sum skilst eisini tí talan undan hesum hevði verið um fleiri aðrar álvarsligar samanbrestir, sum ikki fingu tilsvarandi revsing.
Í frustratión um dómin legði leikarin seg inn á linjudómaran, og so kom øði í grindina. Leiðarar hjá bæði Sumba og KÍ vóru alt í einum at síggja í rokanum, og nú verður tað so upp til kappingarnevndina hjá FSF at gera av, hvørja avleiðing málið skal fáa.
Um ikki annað, so hevur kappingarnevndin helst eina gjølliga frágreiðing um málið. Niklas á Líðarenda var nevnliga eygleiðari til dystin, og umframt at vera dómari og eygleiðari, er hann eisini næstformaður í FSF og limur í kappingarnevndini, so ivaleyst verður hendan frágreiðingin eitt hitt mest týðandi próvførslan i málinum.
Hvørji eru fordømini
At leikarin fær drúgt leikbann, er lítið at ivast í.Vanliga hava mál, har leikari ger seg inn á dómara, viðført upp til níggju daga leikbann, og spurningurin er so, hvørt tað hevur skapt broytta siðvenju, at drúgva málið viðvíkjandi einari útvísing hjá Jóhannis Joensen fyri tveimum árum síðani hevur skapt fordømi. Tá varð skrivað í dómarafrágreiðingina, at leikarin hevði gjørt seg inn á dómaran ? sum júst var Niklas á Líðarenda. Leikarin seg einki hava gjørt, og alt endaði við onkrum slag av millumloysn, har leikarin fekk fýra daga leikbann.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur fund um málið týsdagin, og fyrr enn tá fæst einki at vita um eina møguliga revsing. Heldur ikki um, hvørt talan kann verða um atgongubann, bót ella einki av nøkrum til leiðararnar, sum komu inn á vøllin. Serliga hetta seinna kann ferast ein áhugaverdur spurningur, tí enn eru eingi fordømi fyri hesum, tó at FSF fyri trimum árum síðani gav til kennar, at tá slík mál vórðu á skránni, eigur felagið at gera sum mest fyri at finna útav, hvat veruliga hevur gingið fyri seg.
At fundurin ikki hevur verið hildin fyrr enn nú, kemst sambært formanninum i kappingarnevndini, Karl Vidtfeldt, av, at ein av nevndarlimunum hevur verið burturstaddur seinastu vikuna, og tá leikarin kortini hevði leikbann, varð tað hildið skilabest at bíða við avgerðini, til nevndin aftur var fullmannað.