Veturin hevur verið óvanbliga kaldur í Danmark, og tað eru nógv ár, síðani kavin hevuur ligið so leingi sum nú. Í nátt frysti 17,8 stig í Himmerland í Jyllandi.
Tað er mesti kuldi í ár. Um náttina tann 3. januar frysti 16,2 stig. Mesti kuldi, sum er skrásettur í vetur, var í desember, tá tað frysti 19 stig í Jyllandi.
Hetta var kortini lítið sammett við veturin 1982, tá tað vórðu skrásett 31,2 kuldastig í Thy í Norðurjyllandi. Sambært donsku veðurstovuni frysti tað eisini 31 stig undir seinna heimsbardaga.









