Kvinnurnar hjá KÍ spældu í gjár í fyrsta umfari í Champions League. Dysturin var á Intility Arena í Olso móti Vålerenga úr Norra. Heimaliðið vann 7-0, eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikinum.
Kvinnufótbóltur í Norra er væl fyri. Tað hevur føroyska kvinnulandsliðið eisini sannað í 2019, tá vit taptu 13-0 á Tórsvølli. Tí er tað ikki óvæntað, at norska liðið vinnur stórt, men tað er vert at bíta merki í, at tað er bara 3-0, tá tjúgu minuttir eftir.Tá gekk orkan undan hjá føroyska meistaraliðnum og Vålerenga skorar fýra ferðir seinastu løtuna.
KÍ er í holt við eitt ættarliðsskifti, har fleiri ungir spælarar fingu høvi at royna seg í Champions League. Hetta var fyrsti dystur hjá Óluvu Joensen, Biritu Ryan, Rutt Gregersen, Victoriu á Lakjuni, Duritu Hummeland og Malenu Olsen. Tað verður tað eisini brúk fyri til komandi kappingarár, tí KÍ er aftur føroyskur meistari.
Vålerenga – KÍ 7-0 (3-0)
1-0 Synne Jensen (24)
2-0 Ajara Njoya (26)
3-0 Janni Thomsen (27)
4-0 Ajara Njoya (70)
5-0 Andrine Tomter (79)
6-0 Catherine Bott (81)
7-0 Rikke Nygard (90+1)
Dómari: Ioanna Allayiotou (Kýpros)
KÍ (4-1-4-1)*: Óluva Joensen – Rutt H. Gregersen, Ragna Patawary, Birita Ryan, Durita Hummeland – Malena Josephsen – Sanna Svarvadal, Gudný Johannesen, Evy á Lakjuni, Rannvá Andreasen – Victoria á Lakjuni
*Upplýsningarnar frá UEFA eru ikki heilt greiðir viðvíkjandi útskiftingum
Vålerenga (4-2-3-1): Hannah Seabert, Janni Thomsen (Andrine Tomter fra 45.), Stine Ballisager Pedersen, Maruschka Waldus, Catherine J. Bott – Dejana Stefanovic (Misa Huse fra 45.), Rikke Nygard – Celin Bizet Ildhusøy, Sigrid Heien Hansen (Tine Celine Karstensen fra 45.), Synne Jensen – Ajara Njoya










