KÍ kvinnurnar hava seinnapartin vunnið steypafinaluna. Úrslitið í finaluni, sum varð spæld í Leirvík, var 3-0. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Tað fyrsta var sjálvmál, og Rannvá B. Andreasen skoraði hini bæði.
Í 2. hálvleiki var spælbýtið javnt, og onkrir møguleikar vóru, uttan at mál spurdust burturúr.
Hetta er sætta ferðin, at KÍ kvinnurnar hava vunnið steypakappingina. Fyrsta ferðin var í 2000, og síðani hava KÍ kvinnurnar vunnið steypafinalurnar í 2002, 2003, 2004, 2006 og so aftur í 2007.