KÍ-kvinnurnar skrivaðu søgu

Kvinnuliðið hjá KÍ vann mikukvøldið sjeynda føroyameitaraheitið á rað, og tær eru nú mest vinnandi kvinnuliði í føroyskum fótbólti nakrantíð


Mikukvøldið hevði kvinnuliðið hjá KÍ møguleikan at tryggja sær føroyameistaraheitið 2006. Liðið skuldi vinna dystin ímóti næstfremsta liðnum, sum er GÍ, og tað kláraði KÍ.
GÍ legði væl fyri í dystinum, og fyrsta hálva tíman var tað líka nógv GÍ, sum søkti at KI-málinum sum øvugt. Men seinasta korterið av fyrra hálvleiki kom KÍ rættiliga fyri seg, og innanfyri tveir minuttir stutt fyri hálvleikssteðgin skoraði KÍ tvær ferðir.
Fyrst var tað Kristina Eyðbjørnsdóttir, sum stútaði eitt hornaspark í málið, og Malena Josephsen brúkti eisini høvdið, tá hon sendi eitt innlegg í málið tveir minuttir seini.
 
GÍ fekk eisini mál
KÍ legði betur fyri enn GÍ í seinna hálvleiki, og fýra minuttir eftir steðgin økti Vivian Bjartalíð til 3-0.
GÍ minkaði við góðar hjálp frá KÍ-málmanninum. Randi Wardum rakti Honnu Isaksen við einum útsparki, og bólturin hevði beina kós í málið. Undir hørðum trýsti frá júst Honnu, eydnaðist tað Randi at fáa bóltin aftur, men hon fekk ikki sligið bóltin burtur frá vandakós, og so var 3-1.
Tað gingu bara fáir minuttir, so svaraði KÍ aftur við besta málinum í dystinum. Kristina Eyðbjørnsdóttir snýtti ein verjuspælara og stakk inn um verjuna til Vivian Bjartalíð, sum sendi flatt í málið.
GÍ minkaði til 4-2, tá Hanna Isaksen sendi eitt gott skot í málið út 18 metra fjarstøðu. GÍ hevði eisini aðrar royndir á málið og onkur stórur kjansur var, men dysturin endaði 4-2 til KÍ.
 
FM er heima
Við sigrinum í gjárkvøldið er KÍ so langt frammanfyri hini liðini í kvinnudeildini, at eingin fær KÍ aftur í seinastu umførunum. KÍ hevur tríggjar dystir eftir at spæla, og seinasti dysturin verður spældur á Argjum leygardagin 23. september, tá KÍ-kvinnurnar eisini fáa gullið handað.
Hetta er sjeynda FM-heitið á rað, sum kvinnurnar hjá KÍ vinna, og samanlagt hava tær vunnið átta føroyameistaraheiti.
KÍ og HB hava seinasta árið staðið á jøvnum við sjey meistaraheitum í part, men í gjárkvøldið fór KÍ fram um HB við átta meistaraheitum. Hetta hevur verið leingi á veg, tí síðani 2000 hevur KÍ verið nógv tað sterkasta liðið í føroyskum kvinnufótbólti, og KÍ hevur vunnið meistaraheitið øll árini síðani.