KÍ-kvinnurnar fingið europeiskan møguleika

Nýggj europeisk fótbóltskapping fyri kvinnulið byrjar í heyst. KÍ skal nú svara, um kvinnuliðið hjá teimum ætlar sær við í kappingina

 

Europeiska fótbóltssambandið, UEFA, fer nú at skipa fyri eini meistarakapping fyri kvinnulið.

Kappingin byrjar í heyst, og meistaraliðið, KÍ, hevur nú fingið tilboð um at fara við í kappingina.

Í farnu viku sendi Fótbóltssamband Føroya upplýsingar um kappingina til KÍ, sum nú skal taka støðu til, um felagið ætlar at senda kvinnuliðið út í Europa at spæla.

? Vit hava onga avgerð tikið um hetta enn. Vit fáa ongar pengar frá UEFA fyri at luttaka í hesi kapping, og tí fer tað at kosta okkum nógvar pengar, um vit skulu melda liðið til kappingina, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ.


Spæla móti fleiri feløgum

UEFA hevur farnu mánaðirnar roynt at fingið limalondini at tekna lið til kappingina, og higartil hava 29 lond boðað frá luttøku. Fýra lond hava sagt nei takk, meðan Føroyar og 17 onnur lond ikki hava givið endaligt svar enn.

UEFA kallar nýggju kappingina European Women´s Club Championship, og kappingin verður skipað við smáum kappingum, har eini trý ella fýra feløg eru við. Í so máta fer hendan kappingin at líkjast kappingunum hjá ungdómslandsliðunum.

Tey feløgini, sum standa seg best, koma víðari í kappingini og enda so í hálvfinalum og finalum um europeiska meistaraskapin.

Fyrstu dystirnir í kappingin verða í semptember mánaði, men um fleiri enn 32 feløg fara at luttaka, verður eitt innleiðandi umfar í juli mánaði.


Kapping í Klaksvík

KÍ-formaðurin heldur, at tað kundi verið stuttligt at hýst slíkari kapping í Klaksvík.

? Tað hevði verið ein ítróttarlig avbjóðing og ein fíggjarligur fyrimunur at havt eina av hesum minikappingunum í Klaksvík, men vøllurin skal skiftast í summar, og tí letur tað seg neyvan gera, sigur Svend Jacobsen.

Starvsnevndin hjá KÍ viðger í løtuni tilmeldingina til europeisku kvinnukappingina, og fíggjarligu umstøðurnar hava týdning. KÍ skal sum er sjálvt gjalda fyri luttøkuna, og at senda eitt lið uttanlands kann skjótt kosta fleiri hundrað túsund krónur.

Fótbóltssamband Føroya kann lata næstfremsta felagið í landskappingini ella finalist í steypafinaluni sleppa við í kappingina hjá UEFA, um KÍ ikki tekur av tilboðnum.