KÍ-kvinnurnar einaráðandi

Hóast týdningurin av grundspælinum er lítil og eingin, so kann longu staðfestast, at KÍ kvinnurnar eru stórfavorittar at endurvinna FM-heitið

 

fótbóltur


Hetta umfarið mundi størsti spenningurin vera um, hvussu alt fór at laga seg, tá føroyameistararnir úr KÍ fóru á vitjan í Gundadali. Roknað varð við, at HB fram um hini liðini kundi geva KÍ harða mótstøðu.


Helt bert eina løtu

Fyrstu løtuna av dystinum bendi eisini á, at HB veruliga kundi gera KÍ fortreð. Tær á heimaliðnum royndu at leggja trýst á frá byrjan, men málmøguleikar komu tó einki serligt av. Hinvegin eydnaðist tað KÍ at koma betri við í dystin, og um miðjan hálvleikin kundi Elsa Maria Simonsen leggja bóltin í HB-málið.

Eftir hetta hevði KÍ tak á tí mesta, sum fyrifórst, men hóast fleiri møguleikar, so kom einki mál undan steðginum.

Í seinna hálvleiki tóktust tær á heimaliðnum at vera vorðnar heldur moyrar, og uttan stórvegis hóvasták kundi KÍ nú staðfesta sigurin.

Fyrst slapp Malena Josphsen einsamøll móti og fram við HB-málverjanum, áðrenn hon legði bóltin í netið, og fáa minuttir seinni legði Malena ein langan bólt til Vivan Bjartalíð, sum stútaði til 3-0.

Seinasta málið í dystinum fall eisini til KÍ, og var tað hesa ferð Bára Skaale, sum keyt helst vakrasta málið í dystinum, tá hon við vinstra beini langaði bóltin í kassan.

Við sigrinum eru KÍ-kvinnurnar longu fimm stig undan VB og HB í grundspælinum. Stigini her hava tó ikki tað stóra at siga, tí tey verða øll strikað undan endaspælinum, men hinvegin hava úrslitini hjá KÍ higartil bent á eina sanna styrkisuppvísing. Bert í heimadystinum móti VB hava tær verið kroystar, men alt í alt er ilt at ímynda sær, at nakar fær gjørt nakað við oddastøðu teirra hetta kappingarárið.


Halldóra fekk hat-trick

B36, sum annars í fleiri ár hevur havt sterkt kvinnulið, tykist als ikki at hava fingið fótin fyri seg higartil í ár. Um vikuskiftið vitjaðu tær í Vági, og her gjørdist talan um ein tryggan sigur til heimaliðið.

Serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðunum, og sagt verður, at B36 als ikki hótti VB-málið hesi trý korterini. Halldóra Joensen, ið eins og í fjør er sjálvskrivað í VB álopinum legði fyri við málskjótingini, og eftir at Marita Joensen hevði økt til 2-0, skeyt Halldóra enn eitt mál, áðrenn farið varð til hálvleiks.

Eftir steðgin var munurin millum liðini als ikki eins sjónligur, men hóast hetta, so hevði VB fult tamarhald á støðuni alla tíðina. Burtur sæð frá einstøkum skotroyndum, hildu tær mótstøðukvinnunum burtur frá egnum máli, og tað var eisini VB, sum fekk einasta málið eftir steðgin, og var tað enn eina ferð Halldóra, sum stóð fyri hesum.

VB er sostatt ájavnt á øðrum plássi, tó at tær í Vági hava betri málmun. Hinvegin er B36 niðast í deildini, og líkt er tí til, at tær skulu royna seg í einum upp- og niðurflytingardysti móti triðbesta liðnum í aðru deild.



HB - KÍ 0 - 4 (0 - 1)

0 - 1 Elsa Maria Simonsen, 25. min.

0 - 2 Malena Josephsen, 53. min.

0 - 3 Vivian Bjartalíð, 55. min.

0 - 4 Bára Skaale, 90. min.


VB-B36 4-0 (3-0)

1-0: Halldóra Joensen

2-0: Marita Joensen

3-0: Halldóra Joensen

4-0: Halldóra Joensen