KÍ koppaði oddaliðnum

Víkingur hevur annað vikuskifti á rað tapt, men hóast 0-1-tapið ímóti KÍ í dag, so halda víkingarnir fast um oddasessin. Nú er Víkingur bara eitt stig frammanfyri EB/Streym, sum longu í gjár legði toppliðið undir trýst.

Hýrurin er góður á klaksvíkingunum, sum við trimum stigum eru á veg úr Fuglafirði. Hetta var fjórði KÍ sigurin á rað.

NSÍ hevði undan dystinum ímóti B36 í dag tapt fimm ferðir á rað. B36 sá út til at vera komið aftur á meistarasporið eftir heimasigurin ímóti Víkingi, men í dag vendi alt heilt øðrvísi við Løkin. NSÍ var bragdlgt og ágangandi, og tað var heilt í tráð við leikgongdina, at NSÍ vann 3-1.

FC Suðuroy fær einki at rigga í Effodeildini og heima í Vági legði heimaliðið rygg til 6-0 ímóti væl upplagda ÍF, sum við sigrinum rættuliga hevur bjóðað av í kappingini um europeisku plássini.

 

Støðan eftir 9 umfør

Víkingur 19 stig

EB/Streymur 18 stig

ÍF 16 stig

KÍ 15 stig

HB 15 stig

B36 13 stig

TB 12 stig

B68 9 stig

NSÍ 7 stig

FC Suðuroy 2 stig

 

10. umfar

2. hvítusunnudag mánadagin 28. mai

FC Suðuroy-NSÍ

ÍF-B36

B68-Víkingur

TB-EB/Streymur

HB-KÍ

 

Víkingur-KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Hjalgrím Elttør 76.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen, Erling Jacobsen, Niclas Niclassen, Dánjal Pauli Lervig (Petur G. Dalbø, 25.) - Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Kaj Leo i Bartalsstovu, Hans Jørgen Djurhuus (Martin Olsen, 81.) - Sølvi Vatnhamar, Lasse Qvist (Joseph Bassene, 81.)

Gult kort: Evrard Blé

KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christinasen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen (Kristoffur Jakobsen, 70.), Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni, Filip Djordjevic (John Hammer, 90.), Andy Olsen - Páll A. Klettskarð (Bárður J. Heinesen, 89.)

Gult kort: Filip Djordjevic, Álvur F. Christiansen, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andras Gango

 

NSÍ-B36 3-1 (1-0)

1-0: Árni Frederiksberg 37.

1-1: sjálvmál 64.

2-1: Klæmint A. Olsen 73.

3-1: Árni Frederiksberg 90.

Dómari: Alex Troleis

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen - Ari Ó. Ellingsgaard, Andras Frederiksberg (Andrias á Líknagøtui, 73.), Óli Arge, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Magnus Olsen

Gult kort: Kristian Joensen, Bjarki Danielsen

B36: Magnus Poulsen - Høgni Eysturoy (Sigurð Poulsen, 62.), Jonas Flindt Rasmussen (Herbert í Lon, 44.), Atli Danielsen, Símun Joensen - Bárður Olsen, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen - Símun Hansen (Hørður Askham, 62.), Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Herbert í Lon, Bárður Olsen

 

FC Suðuroy-ÍF 0-6 (0-2)

0-1: Høgni Madsen 10.

0-2: Clayton Soares 33.

0-3: Clayton Soares 48.

0-4: Clayton Soares 69.

0-5: Simon Skibsted 82.

0-6: Simon Skibsted 87.

Dómari: Lars Múller

FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Sasa Kolman, Kári í Lágabø - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Jón Krosslá Poulsen (Tóki Brattalíð, 60.), Jón Áki Jacobsen - David Asare, John T. Poulsen (Brandur M. Suðuroy, 46.)

Gult kort: Heini Vatnsdal, Sasa Kolman, Poul N. Poulsen, Kári í Lágabø

ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Frank Poulsen (Dánjal á Lakjuni, 73.), Høgni Madsen (Alaksandar Jovevic, 68.) Karl Løkin, Thomas Asmussen - Clayton Soares, Simon Skibsted

Gult kort: eingin

 

Leygardagin 19. mai

B68-EB/Streymur 1-2 (1-1)

0-1: Arnbjørn Hansen 25.

1-1: Christian Høgni Jacobsen 31.

1-2: Leif Niclasen 70.

Dómari: Eiler Rasmussen

B68: Hans Jørgensen - Dánjal Pauli Højgaard, Oddur Højgaard, Einar Hansen, Remi Langgaard - Jann Ingi Petersen (Bjarki Johannesen, 83.), Ndende Adama Guéye, Jústinus R. Hansen, André Olsen (Hákun Edmundsson, 87.) - Kristian Anton Andreassen (Jónleif Højgaard, 74.), Christian Høgni Jacobsen

Gult kort: Einar Hansen, Oddur Højgaard, Jónleif Højgaard

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen (Árni G. Olsen, 90.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Jónhard Frederiksberg - Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen, Sorin Anghel - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: eingin

 

TB-HB 4-2 (3-0)

1-0: Bojan Timic 5.

2-0: sjálvmál 18.

3-0: Gilli Sørensen 32.

4-0: Bojan Timic 63.

4-1: Jákup Slættalíð 78.

4-2: Jógvan Andrias Nolsøe 83.

Dómari: Petur Reinert

TB: Ivan Stojkovic - Hanus Mortensen, Óli Johannesen, Dimitrije Jankovic, Gunleif Olsen - Dan Mortensen (Poul Ingason, 61.), Rógvi Joensen, Martin Tausen (Bárður A. Dimon, 72.), Gilli Sørensen - Bojan Timic, Igor Grkajac (Teitur Justinussen, 82.)

Gult kort: Rógvi Joensen, Gilli Sørensen

HB: Teitur Gestsson - Vagnur Mohr Mortensen, Jákup Slættalíð, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Christian R. Mouritsen (Tróndur Jensen, 77.), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen (Jógvan Rói Davidsen, 77.) - Andrew av Fløtum, Hendrik Rubeksen (Jógvan Andriasl Nolsøe, 46.)

Gult kort: eingin

---

Sí beinleiðis frásøgnina niðanfyri:

 

Liðugt!

0-1

KÍ hevur koppað oddaliðnum við 1-0-sigri. Hjalgrím Elttør gjørdist sigursharri hjá klaksvíkingum. Hetta er annað tapið á rað hjá Víkingi og mistu teir tískil møguleikan at leggja sjógv niður til hini liðini.

 

77 min.

0-1

Hjalgrím Elttør hevur við frálíkum eimmansavriki lagt KÍ á odda 1-0 og eru teir úr Klaksvík nú ávegis fjórða sigrinum á rað.

 

0-0

Møguleikar hava verið í báðum endum, men eftir horna setti Evrard Blé bóltin skeivu megin stólpan, og so var tað Filip Djordjevic hjá KÍ, sum misnýtti.

Víkingur hevur meiri brodd í sínum spæli í løtuni.

 

65 min.

0-0

Spælið er linkað, og málmøguleikarnir hava ikki verið so stórir. Størsta møguleikan hevur Kaj Leo í Bartalsstovu hjá Víkingi havt. KÍ spælararnir tykjast frustreraðir. Bæði Henry Heinesen og Hjalgrím Elttør, sum longu hava sæð gult, hava rættuliga spælt við eld!

 

Hálvleikur

45 min.

0-0

 

40 min.

0-0

Gongdin er tann sama, men nú hevur Víkingur verið vandamikil eftir hornasparksinnlegg.

 

35 min.

0-0

Enn eina ferð hevur KÍ misnýtt stóran møguleika, og enn eina ferð var tað Filip Djordjevic, sum úr góðari støðu sendi bóltin uppum. Uppspælinum stóðu Andy Olsen og Hjalgrím Elttør fyri.

 

30 min.

0-0

KÍ hevur framvegis meiri tak á, og nú hevur Filip Djordjevic misnýtt risa møguleika, eftir at Hjalgrím Elttør hevði lagt innfyri úr høgru.

 

25 min.

0-0

KÍ er meiri ágangandi, men tað er framvegis málleyst. Vinstri vongverji hjá Víkingi, Dánjal Pauli Lervig, er farin av vøllinum orsaka av skaða, og í hansara stað er Petur Dalbø komin á vøllin.

 

20 min.

0-0

KÍ hevur verið ágangandi. Næst við at fáa mál vóru klaksvíkingar, tá ið Páll Klettskarð úr góðari støðu og eftir innlegg úr vinstru sendi bóltin í stólpan!

 

15 min.

0-0

Lasse Qvist hevur framvegis ikki skorað, men hann var nær við, tá ið hann eitt sindur úr vinstru royndi seg, men Andras Gango bjargaði til horna.

 

10 min.

0-0

Báðir partar hava verið rættuliga ágangandi, men higartil hevur tað ikki eydnast at fáa rættuligt álopsspæl í lag, og talan hevur ikki verið um málmøguleikar.

Víkingur hevur heimavøll í Fløtugeði í Fuglafirði. Tað er eitt fitt lot, men tað órógvar ikki spælið. Tað regnar eitt sindur.

 

Víkingur-KÍ kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen, Erling Jacobsen, Niclas Niclassen, Dánjal Pauli Lervig - Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Kaj Leo i Bartalsstovu, Hans Jørgen Djurhuus - Sølvi Vatnhamar, Lasse Qvist

KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christinasen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni, Filip Djordjevic, Andy Olsen - Páll Klettskarð

 

--

 

Liðugt!

0-6

FC Suðuroy hevur framvegis sín fyrsta sigur í Effodeildini tilgóðar. Í dag høvdu teir einki at gera og vórðu avhølvaðir 6-0 av ÍF.

 

85 min.

0-6: Simon Skibsted

Tað gongur einki hjá FC Suðuroy og nú hevur Simon Skibsted aftur verið á blettinum og gjørt tað til 6-0.

 

80 min.

0-5: Simon Skibsted

Eftir góða fríspæling av einum av verjuspælarunum hjá heimaliðnum hevur Simon Skibsted økt um ÍF leiðsluna, so hon nú er 5-0!

 

70 min.

0-4: Clayton Soares 65

Eftir uppspæl í høgru og flatt innlegg hevur Clayton Soares skorað fyri triðju ferð ídag!

 

55 min.

0-3: Clayton Soares

Alt bendir á, at fuglfirðingar skulu norður um aftur við øllum stigunum. Clayton Soares hevur skorað fyri aðru ferð í dag.

 

Hálvleikur

45 min.

0-2

 

35 min.

0-2: Clayton Soares

Fuglfirðingar hava økt um leiðsluna. Enn eina ferð var tað eftir hornasparksinnlegg. Stanislav Kuzma megnaði ikki at boksa burtur, og so setti Cleyton Soares bóltin í málið.

 

30 min.

0-1

 

10 min.

0-1: Høgni Madsen

Eftir hornasparksinnlegg og út frá var tað miðvallarin Høgni Madsen, sum úr brotsteiginum setti bóltin í málið.

 

FC Suðuroy-ÍF kl. 14.45

Dómari: Lars Múller

 

---

 

Liðugt!

NSÍ hevur heldur óvæntað vunnið 3-1 á B36. Hetta er fyrstu ferð í fimm dystir, at NSÍ kemur av vøllinum við stigi í viðførinum - og so heili trý stig ímóti meistarunum!

 

90 min.

3-1:

Eftir mótálop hevur Árni Frederiksberg avgjørt dystin við Løkin og lagt NSÍ á odda 3-1 ímóti B36.

 

75 min.

2-1:

Klæmint A. Olsen hevur lagt NSÍ á odda 2-1.

 

65 min.

1-1: sjálvmál

Eftir hornasparksinnlegg stýrdi ein av heimamonnunum bóltin í málið aftanfyri Kristian Joensen, so tað nú er javnt við Løkin.

 

55 min.

1-0

NSÍ hevur verið ágangandi fyrstu løtuna eftir steðgin, hóast tað er B36, sum hevur vindin undan.

 

Hálvleikur

45 min.

1-0

 

35 min.

1-0: Árni Frederiksberg

B36 kiks í høgra verjuborði bar við sær, at Magnus Olsen fekk bóltin, sum hann sendi til Árna Frederiksberg, sum sendi bóltin flatt í málið aftanfyri Meinhard Joensen.

 

30 min.

0-0

NSÍ hevur fótað sær og flutt seg longri fram á vøllin. Heimaliðið hevur fríska lotið undan. Magnus Olsen hjá NSÍ royndi seg við langskoti, og bolturin brast í stólpan.

 

15 min.

0-0

B36 er nógv í álopsstøðu, og NSÍ er meiri verjukent og dúvar upp á snarálop. Besta møguleikan higartil hevur NSÍ miðvallarin Árni Frederiksberg havt, men skotið hjá honum úr spískum í vinstru rakti stólpan aftanfyri Meinhard Joensen.

 

NSÍ-B36 kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Jens Joensen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen - Ari Ó. Ellingsgaard, Andras Frederiksberg, Óli Arge, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Magnus Olsen

B36: Magnus Poulsen - Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Símun Joensen - Bárður Olsen,, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen - Símun Hansen, Lukasz Cieslewicz