Tað er nakað tíðliga at rópa dystin við Djúpumýru í dag fyri oddadyst, men soleiðis verður helst. KÍ hevði vitjan av B36, sum var nærmasti kappingarneyti hjá einaráðandi liðnum úr Klaksvík, og klaksvíkskvinnur vunnu 2-0.
Leikliga gekk javnt á, og gestirnir høvdu møguleikar at leggja seg á odda. Men við málum frá Rannvá Andreasen og Doris í Garði vann heimaliðið tey trý stigini.
KÍ - B36 2-0 (0-0)
53.: 1-0, Rannvá Andreasen
80.: 2-0, Doris í Garði