Tað var ikki meiri enn passaligt hjá besta KÍ liðnum, sum seint seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu í EB/Streymi.
Fýra minuttir undan leikloki javnaði EB/Streymur til 1-1. Málið stútaði Poul G. Olsen eftir hornasparksinnlegg.
Klaksvíkingar vóru sjálvandi vónbrotnir, men tað kundi verið uppaftur verri. Í yvirtíðini hevði Teitur Joensen stóran møguleika at skora sigursmálið fyri EB/Streym, men hann kiksaði.
1. hálvleikur var javnur, og tveir minuttir undan hvíldini legði heimaliðið seg á odda. Heri Klein Olsen setti við høvdinum bóltin í netið eftir hornasparksinnlegg.
Í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná, og KÍ hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men teir komu ikki nærri enn skoti á tvørtræið, og so var tað, at teir mistu tvey stig og vóru um reppið at missta alt.
Eftir fimm umfør hava bæði KÍ og EB/Streymur átta stig.










