NSÍ-KÍ 2-1 (1-0)
Tað kundi tókst soleiðis, eftir at innskifti unglingaspælarin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, hevði javnað til 1?1 (Rógvi Jacobsen lyfti úr vinstru upp um við? og mótstøðuspælarar og til handara stólpa), at spurningurin, sum skuldi svarast síðstu løtuna í góðveðrinum í Runavík, fór at verða, um heimaliðið fór at megna at halda tørn, ella um javnleikin, ella um teir enn eina ferð noyddust at fara tómhentir av vøllinum.
Gongdin hevði verið, at klaksvíkingar trýstu og trýstu ? uttan at teir vóru serliga miðvísir og vandamiklir ? og tá tað endiliga var eydnast at fáa mál, so hava royndirnar frá sovornum støðum so ofta áður víst, at tað liðið, sum hevur úrslitaliga undanvindin, alíkavæl fær fulla úrtøku.
Soleiðis endaði tað ikki í Runavík. Síðstu løtuna ? eftir at KÌ hevði javnað ? hekk tað nógv betri saman hjá heimaliðnum. Í veruleikanum var tað soleiðis, at tað var hesa løtuna, at NSÍ vísti besta avrikið. Klaksvíkingar tóktust ikki rættuliga at vita, um teir skuldu leypa á fyri at vinna, ella um teir skuldu spæla fyri at varðveita javnleikin. Støðurnar á vøllinum og harvið eftiransingarnar hjá teimum vóru vánaligar, og skjótu álopini hjá NSÌ vóru nógv vandamiklari, enn royndirnar hjá KÌ at leggja trýst á.
Sigursmálið eina lítla løtu undan leikloki átti jugoslaviski málverjin hjá KÌ við rubb og stubb. Eftir at Heðin á Lakjuni ikki hevði fingið fatur á langari sending fram í vinstra horn, fekk Brynjolvur Nielsen fram í høgra álopsborð hjá NSÌ. Sonni L. Petersen hevði nógv pláss, hann streyk móti baklinjuni, men KÌ tóktist hava tak á flata innlegginum. Málverjin bíðaði eftir bóltinum, men ólukkutíð fyri hann og FM vónirnar hjá KÍ, so sá hann ikki, at Jónstein Petersen, sum í fleiri av undanfarnu dystunum hevur sitið á beinkinum, kom strúkandi, fór framvið málverjanum og setti fótin undir bóltin, sum rullaði í tóma málið.
So var liðugt, NSÌ hevði vunnið stigini, og klaksvíkingar fóru nakkalangir norður aftur.
Stýrimaðurin helt ikki
Uppgerðin í Runavík fer ikki at fáa nakra vakuræleika virðisløn. Har vóru nógvir høgir bóltar, nógvir langir bóltar og nógvir óneyvir bóltar. Í einari roynd at styrkja um miðvallarspælið, sum ikki hevur verið sannførandi, hevði NSÍ venjarin sett 41 ára gamla Abraham Hansen mitt á. Veteranurin stríddist sum ein úlvur og tóktist hava styrki til at samskipa, men longu tá ein hálvur tími var farin, noyddist Abraham at taka seg av vøllinum orsaka av vøddaskaða í lærinum.
Men hóast NSÍ ikki fekk tamarhald á miðvøllinum, og hóast KÍ stórar partar av tíðini hevði meiri trýst og tiltuskaði sær eina rúgvu av hornaspørkum, so gjørdist tað ongantíð kostnaðarmikið fyri heimaliðið, at miðvallarloysnin fór í fisk, tá bara ein triðingur av tíðini var farin.
Ein orsøk til, at tað gekk væl var, at NSÍ, skjótt eftir at Abraham var farin út, kom á odda. KÍ miðverjan tøvdi í framspælinum, NSÌ fekk tak á, Christian Høgni Jacobsen, sum hevði fingið útsett skurðviðgerðina í Klaksvík til í gjár, kom leysur í vinstru, legði innfyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram heilfluktaði Ian Højgaard eitt sindur úr høgru og í málið.
Málið gav NSÌ dirvi og áræði, og sjálvt um KÌ hevði fleiri royndir, so var NSÌ tættast við at fáa mál. Støðurnar vóru vandamiklar bæði eftir fríspark frá Sjúrða Jacobsen, og tá teir í heilt spískum komu innum KÍ málverjan.
Lupu miðvøllin um
Ein onnur orsøk til, at NSÌ endaði omaná var, at miðvallarspælið hjá KÍ var út av lagi vánaligt. Marek og Kristian á Lakjuni vóru skaddir, og Arnold Joensen sat á beinkinum allan 1. hálvleik. Ove Nysted og Niclas Niclsen hava ongar royndir sum miðvallarar. Ætlanin tóktist vera, at framspælið skuldi vera í borðunum, og at innleggini skuldu liggja høgt til stóru menninar, men hetta miseydnaðist.
Harley Bertholdsen var ikki so vandamikil, sum hann onkuntíð hevur verið. Tað var týðuligt, at samanspælið við púra anonyma Srecko var ikki av tí slagnum, sum tað plagar at vera við Arnold Joensen, og í hinum borðinum varð John Ryan lítið brúktur. Miðvøllurin var ov stirvin og megnaði ikki at skifta síðu. Og so sigur tað seg sjálvt, at bæði Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen vóru minni eyðsýndir, enn teir eiga at vera.
KÍ hevði møguleikar í báðum umførunum. Tað hekk betri saman, tá Arnold Joensen í 2. hálvleiki var komin á miðvøllin, og tað hjálpti eisini, tá Hjalgrím Elttør kom inn í høgra borði. Men tað var ongantíð sannførandi, og tað er ein veruleiki, at miðvallarspælið hjá KÍ ongantíð var av tí slagnum, sum B71 vísti í 2. hálvleiki, tá teir á skálafjarðarstevnuni fingu javnleik og mundu vunnið í Runavík.
Dánial Hansen og Gert Langgaard stríddust nógv á framrættaða miðásinum hjá NSÍ. At teir arbeiddu nógv hevði við sær, at miðverjarnir hjá KÍ vóru strongdir í uppspælinum, og tað hevði eina rúgvu av mistøkum við sær.
Sum 2. hálvleikur leið, kundi tað fara báðar vegir, men eftir at KÍ hevði javnað, sleptu teir takinum, NSÌ tók av, og hóast sigursmálið stóðst av klossutum málverjuspæli, so var tað ikki púra óvæntað.
NSÍ: Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Abraham Hansen, Dánial Hansen, Ian Højgaard ? Christian Høgni Jacobsen, Gert Langgaard, Jónstein Petersen
Zoltan Kujundzic ? Andrzej Pacek, Jan Andreasen, John Ryan ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Ove Nysted, Niclas Niclasen ? Srecko, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni