Kókibókin til konfirmantin

At gera mat er trupult, tað dálkar og krevur nógva tíð, stórar grýtur og eina rúgvu av rávørum.

Matur kann ikki tilgerast uppá 25 minuttir og kann ikki gerast við 5 einføldum rávørum. Og tað ber ikki til at gera mat uttan at tíðin rennir.

Harafturímóti er matur fantastiskur, ævintýrkendur og skapar felagsskap millum menniskju. Matur argar okkara sansir. Vit lukta, smakka og kenna herligan mat.

Hetta halda í hvussu so er teir báðir danirnir Nikolai Kirk og Mikkel Maarbjerg, ið hava skrivað múrsteinin ”Grundkøkken”.

Báðir eru kokkar á ovast rók. Dugnaligir og viðurkendir. Eisini uttanfyri ríkis-landoddarnar. Summi kenna kanska hin garrvilla Nikolai Kirk frá morgunsendingum á TV2.

Grundkøkken er ein dagførd kókibók, ið leiðir lesaran inn í allar smálutir, tá ið matur í álvara og frá botninum skal gerast. Høvundarnir greiða frá rávørum, útgerð, tólum og tøkniligum handalagi.

Harafturat eru 280 uppskriftir í bókini. Bókin er sera snøgt sett upp og Christian Stæhr, fotografur, hevur tikið frálíku myndirnar.

Á sløkum 600 blaðsíðum verður greitt frá øllum, ið er vert at vita um modernaða danska/norðurlendska grundkøkin.

Kjøt, fiskur, villini djór umframt undurfullar dessertir og bakstur fær køna viðgerð frá Nikolai og Mikkel.

Ein frálík byrjanarbók til matáhugaða ungdómin, ið droymir stórt.

Grundkøkken, Mikkel Maarbjerg og Nikolaj Kirk, Politikens Forlag, 592 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 321 í føroysku bókhandlunum