KÍ kemur sterkt aftur

– Tað er ótrúliga skuffandi at flyta niður, tí felagið er stórt og hetta er ein ordilig strika í traditiónunum hjá felagnum. Men KÍ fer bara niður at venda og kemur uppaftur beinanvegin. Tað skal eingin ivi vera um, sigur Fríðin Ziskason, nevndarformaður í Sp/F KÍ

FÓTBÓLTUR

 

Møguleikarnir hjá KÍ fyri at yvirliva í Vodafonedeildini eru mestsum mikroskopiskir, nú bert tað seinasta umfarið er eftir. Munurin upp til B36 er trý stig og níggju mál, so skal teoretiski kjansurin gerast reellur, skal KÍ vinna 5-0 á EB/Streymi, samstundis sum B36 tapir 0-5 fyri B68.

– Vit eru so at siga farnir í 1. deild. Tað er sjálvandi keðiligt, men sum Petur sigur, so hava liðini verið góð í ár, og tvey lið skulu niður. Vit eru so blivnir so at siga tað eina, sum er farið, tí har er øgiliga lítil møguleiki nú, staðfesti nevndarformaðurin í Sp/f KÍ, Fríðin Ziskason, tá hann eftir dystin í gjár stóð saman við venjaranum, Peturi Mohr, mitt á vøllinum í Gundadali og eygleiddi HB-fólkini, ið fegnaðust um sítt meistaraheiti.

– Undan kappingini settu vit okkum sum mál, at vit vildu brúka okkara egnu spælarar og byggja felagið upp. Samstundis væntaðu vit, at fingu vit 25 stig, so fóru vit at verða verandi í deildini. Men nú hava vit 24 stig, ið ikki røkka á mál, samstundis sum vit mugu ásanna, at skuldu vit til síðst fingið enntá 27 stig, so er tað kanska heldur ikki nóg mikið.

 

HB verið best

Hóast nevndarformaðurin ikki duldi fyri, at hann var keddur um, at tað skuldi hava gingist KÍ so illa í ár, viðurkendi hann veruleikan og hevði hug at hyggja frameftir.

– Tað er ótrúliga skuffandi at flyta niður, tí felagið er stórt og hetta er ein ordilig strika í traditiónunum hjá felagnum. Men KÍ fer bara niður at venda og kemur uppaftur beinanvegin. Tað skal eingin ivi vera um. Sum tað sær út í løtuni, verða teir flestu av spælarunum hjá okkum verandi í felagnum, sigur Fríðin Ziskason.

– Hinvegin mugu vit bara ásanna, at HB hevur verið tað besta liðið, sum KÍ hevur møtt í ár, so hetta føroyameistaraheitið er fult uppiborið. Nú fara vit, men koma sterkt aftur, og kanska vit næsta ár fara at satsa upp á uppflyting og kappingina um Løgmanssteypið, so vit hava nakað gott at koma uppaftur til.