Tá tekur AB móti KÍ í næst seinasta umfarinum, og her hevur KÍ møguleikan at vissa sær 10. meistaraheitið á rað.
Vinnur KÍ dystin, eru tær nevnliga fimm stig framman fyri AB, og við bert einum dysti afturat á pappírinum er gullið tá púrasta víst.
Hinvegin kann AB við einum sigri ota seg framum KÍ, og so verður tað upp til argjakvinnurnar, um tær á seinsta leikdegi gera arbeiðið liðugt.
Triði møguleikin er sjálvandi ein javnleikur, og tá stendur KÍ framvegis við øllum møguleikum fyri at vinna gullið.
Rás2 sendir beinleiðis frá dystinum á Argjum, sum altso byrjar klokkan 13.










