KÍ kann vinna FM í kvøld

Treytin er sigur í útsetta dystinum ímóti HB í Gundadali klokkan hálvgum átta

Tað eru tríggir dagar eftir av FM kappingini í fótbólti fyri kvinnur. Síðsta umfar verður leygardagin.

Í kvøld verður útsetti dysturin millum HB og KÍ í Gundadali. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.30. Tá ið tað verður bríkslað fyri síðstu ferð, er tað møguleiki fyri, at KÍ hevur tryggjað sær FM heitið. Soleiðis verður tað, um tað eydnast teimum úr Klaksvík at vinna fulla úrtøku.

 

 

EBS/Skála og KÍ hava 48 í part. Málmunurin hjá KÍ er +81, og hjá EBS/Skála er hann +46. Um tað eydnast KÍ at vinna ímóti HB í kvøld, so fer stigatalvan undan síðsta umfari at siga, at KÍ verður trý stig og meiri enn 25 mál betri enn EBS/Skála.

Í síðsta umfari, sum verður leygardagin, er skráin: KÍ-EBS/Skála, HB-B68 og B36-ÍF/Víkingur.

 

Í kvøld:

HB-KÍ: Andrew Christiansen kl. 19.30