Farna vikuskiftið spældu HB og KÍ toppdyst í meistarabólkinum hjá smádreingjum. Dysturin, sum varð spældur í Havn, endaði við 2-0 sigri til KÍ, sum nú liggur fremst í smádreingjadeildini. Longu legyardagin kann KÍ taka eitt stórt fet afturat fram ímóti meistaraheitinum, tí tá vitjar triðfremsta liðið, TB, í Klaksvík.
Trý umfør eru eftir at spæla í smádreingjadeildini, og tað eru KÍ, HB og TB, sum stríðast um medaljuplássini. KÍ hevur munin í løtuni, men tey fremstu liðini hava avgerandi dystir eftir ímóti hvørjum øðrum, og tí er framvegis opið, hvør kann kann gerast føroyameistari.
Smádreingir,
Meistarabólkur
1. KÍa 7 27-7 20
2. HBa 7 35-8 18
3. TB 7 30-8 17
4. SÍF 7 9-40 5
5. EB/Str. 5 9-26 46. B36 6 8-27 2