KÍ kann gerast føroyameistari í dag

Kvinnurnar hjá KÍ og Víkingi spæla klokkan 14 í dag Bert trý umfør eru eftir í bestu kvinnudeildini, og er KÍ sjey stig frammanfyri AB. KÍ-kvinnurnar hava 47 stig, meðan AB-kvinnurnar hava 40 stig.

KÍ-kvinnurnar hava sostatt tríggjar matchbóltar til at kunna avgera føroyameistaraheitið til sín fyrimun.

Í dag klokkan 14 tekur KÍ ímóti Víkingi á Injector-Arena í Klaksvík í dag. Víkingur liggur á einum fjórða plássi við 19 stigum, og eru nógv tekin í sól og mána, at KÍ-kvinnurnar fara at seta tingini uppá pláss í dag.

KÍ hevur vunnið allar hinar tríggjar landskappingardystirnar ímóti Víkingi.

Tann 11. apríl vunnu KÍ-kvinnurnar 2-0 á útivølli. 16. mai vann KÍ 7-1 á Víkingi á heimavølli, og 20. juni legði Víkingur rygg til eitt 1-8 tap ímóti KÍ á heimavølli.

Havandi í huga hesi hagtølini, so kunnu KÍ-kvinnurnar ikki annað enn verða risafavorittar til at vinna sítt 11. meistaraheiti á rað, sum er klárt føroyskt met, bæði hjá kvinnum og monnum.

Skuldi tað kiksað hjá KÍ-kvinnunum í dag, so fáa tær ein nýggjan møguleika ímóti AB á Argjum komandi sunnudag. Seinasta leikdag tann 3. oktober tekur KÍ ímóti EB/Streymi.

AB-kvinnurnar spæla ímóti MB í Miðvági í kvøld, og byrjar tann dysturin klokkan 19.