KÍ kódnaði á Balkan

Eftir at tær í steðginum høvdu verið á odda, vórðu KÍ kvinnurnar í 2. hálvleiki skotnar sundur og saman í Makedonia

UEFA CUP KVINNUR
Tað hilnaðist ikki væl, tá ið KÍ kvinnurnar týsdagin spældu fyrsta av trimum dystum, sum tær í hesi vikuni skulu spæla í UEFA Cup kappingini. Á Gradski vøllinum í Struga í Makedonia løgdu tær rygg til 5-1 tap móti Luwin.ch úr Sveis, sum er hægst styrkismetta liðið í hesum undanbólkinum.
 Í hinum dystinum vann Codru úr Moldova 4-1 á Shkiponjat úr Makedonia. KÍ skal seinnapartin í dag spæla móti makedoniska meistaraliðnum.
 Eingin ivi var um, at sveisiska liðið var stinnari enn KÍ. Tær høvdu størri breidd, tær vóru skjótari, og tær høvdu betri bóltførleika. Men kortini var tað KÍ, sum var á odda 1-0, tá ið fyrra umfarið var runnið. Málskjútti var miðvallarin í vinstru, Vivian Bjartalíð, sum við høvdinum sendi bóltin í málið í 27. minutti.
 Eftir steðgin var tað skjótt, at sveisiska liðið javnaði. Tað gjørdu tær ðí 48. minutti, og níggju minuttir seinni løgdu tær seg á odda 2-1. Henda støðan helt sær, inntil tað restaðu tólv minuttir. Tá øktu tær til 3-1, og so gekk skjótt. Trý tey síðstu málini skoraði sveisiska liðið í 78., 79. og 83. minutti.
Vánaligar fyritreytir
Tað var rættuliga heitt og kvalið í Makedonia seinnapartin týsdagin. Hitastigini vóru omanfyri tey tríati, og tað darvaði kanska KÍ kvinnurnar meiri, enn tað darvaði mótstøðuliðið.
 Kvinnurnar úr Klaksvík høvdu heldur ikki havt serliga góðar fyrireikingar síðsta samdøgurðið undan ógvuliga stóru avbjóðingini. Síðsti parturin av ferðalagnum fór úr Klaksvík klokkan trý korter til seks mánamorgunin, og tað bar teimum nítjan spælarunum og hinum ellivu í ferðalagnum ikki til at tørna inn á gistingarhúsinum í Makedonia fyrrenn eftir klokkan tvey týsnáttina! Tað kann ikki sigast at vera serliga góð fyritreyt.
 Úr KÍ leguni í Makedonia verður sagt, at tær hava væl betri mót undan tveimum teimum seinnu dystunum. Tær rokna tað ikki at vera nakran iva um, at sveisiska liðið fer at vinna undankappingarbólkin. Málið hjá KÍ er í hvussu so er at vinna ein dyst.