Aðalfundurin hevur í kvøld valt Tummas Lervig til nýggjan formann í Klaksvíkar Ítróttarfelag Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur havt aðalfund í kvøld. Millum málini á dagsskránni var val av nýggjum formanni. Bara eitt valevni var. Tað var Tummas Lervig, sum tískil varð valdur uttan mótvalevni.
Tummas er maskinmeistari, og hann hevur siglt nógv í Grønlandi. Seinastu mánaðirnar hevur hann tó arbeitt heima í Føroyum. Hann er sølumaður hjá KJ Hydraulik á Kambsdali.
Tummas Lervig kom í Klaksvíkar býráð í mars mánað, og í kvøld hevur Tummas yvirtikið formanssessin í KÍ, sum Torleif Sigurðsson sat í.
Síðani Torleif Sigurðsson doyði 12. februar í ár, hevur Nichels Lützen, næstformaður, røkt formanssessin. Í kvøld legði Nichels frá sær eftir langa tænastu í felagnum. Nýggjur í nevndini er Andreas Josephsen, sum er ábyrgdarfólk fyri fótbóltinum. John William Joensen er næstformaður, Guttorm Sørensen er kassameistari og Jóhan Lützen er ábyrgdarfólk fyri samskifti.