KÍ hevur takið á B36

Ungur spælari, sum hevur verið skaddur í næstan eitt ár, skoraði rimmar mál, tá ið KÍ økti til 2-0

Tað letur til, at klaksvíkingar hava takið á teimum í B36.

Eftir minnisríku FM finaluna í Gundadali leygardagin 26. oktober í fjør, tá ið KÍ vann 3-0, hava liðini dystast tvær ferðir, og KÍ hevur vunnið báðar dystirnar.

30. januar vann KÍ 2-0 í Gundadali. Í dag hittust liðini á Tórsvølli í kapping um at vinna triðja plássið í VFF kappingini, og aftur í dag endaðu klaksvíkingar omaná.

Úrslitið var 2-1 til KÍ, sum legði seg framum 1-0 í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki.

Málskjútti var ein av nýggju KÍ spælarunum, sum eitur Sebastian Avanzini.

Tepra 1-0 leiðlsan helt, inntil tað restaði eitt korter. Tá økti KÍ til 2-0. Málskjútti var Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum úr 30 metrum og mitt fyri sendi bóltin upp í málhornið.

Óli Eyðsteinsson Poulsen varð skiftur inn á KÍ liðið í seinna hálvleiki. Hetta var fyrsti dystur hjá honum á besta KÍ liðnum síðani í fyrsta umfari í fjør. Tá var hann so mikið illa skaddur, at hann hevur verið noyddur stútt og støðugt og miðvíst at venja fyri at koma seg aftur. Tað eru ikki meiri enn tvær vikur síðani, at hann aftur fór at venja á vøllinum saman við liðfeløgunum, og í dag spældi hann við í dysti fyri fyrstu ferð í ellivu mánaðir.

B36 minkaði um munin til 2-1, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Málskjútti var innskifti Michal Przybylski, sum er komin fyri seg aftur, eftir at hann seinastu vikurnar hevur verið darvaður av sjúku.