Sætta september fegnaðust tey í KÍ, tá ið Semir Hadzibulic skrivaði undir nýggjan sáttmála, sum bant hann at KÍ í 2019.
Í gjárkvøldið visti nordlysid.fo at siga, at Semir Hadzibulic ikki kemur aftur úr Serebia, og í gjárkvøldið heilsaði væl umtókti og sentrali miðvallarin KÍ viðhaldsfjøldini:
-Tað er torført hjá mær at finna røttu orðini at lýsa kenslurnar akkurát nú, tí nú er dagurin her, tá ið eg skal siga farvæl við bestu fjeppararnar í heiminum. Tað er við tárum í eygunum, at eg nú gevist í felagnum og á liðnum. Takk fyri trý góð ár, var heilsan á facebook vanganum hjá KÍ fjepparunum.
Mikkjal Thomassen, venjari, segði í gjárkvøldið við nordlysid.fo, at tað er av persónligum ávum, at 32 ára gamli Semir hevur gjørt av at gevast í Klaksvík.
-Vit eru farin undir at finna ein annan spælara, segði KÍ venjarin í gjár við Norðlýsið.
Sambært faroesoccer.com hevur Semir Hadzibulic trý tey seinastu árini spælt 86 dystir fyri KÍ – 70 í Betri deildini, 9 í steypakappingini, ein stórsteypadyst og seks dystir í Europa League.
Sjálvandi er tað dyggur smeitur hjá KÍ, at nú eisini Semir gevst í Klaksvík.
Síðani kappingarenda í fjør hevur KÍ mist tríggjar av týdningarmiklastu spælarunum. Teir eru Hørður Askham og Páll A. Klettskarð, sum vóru við í øllum 27 landskappingardystunum, og nú Semir Hadzibulic, sum spældi 25 landskappingardystir í fjør.
Nýggir spælarar eru komnir til Klaksvíkar – verjuspælarin Jesper Brinck, miðvallarin Takuya Matsunaga og álopsspælararnir Patrik Johannesen og Torbjørn Grytten.
Takið verður nú at fáa hesar og nýggja miðvallaran, sum tað nú verður leitað eftir, samanspældar við hinar á KÍ liðnum.
Fyrsti venjingardysturin hjá KÍ verður leygardagin 12. januar ímóti Skála á heimavølli.
Fyrsti landskappingardysturin verður sunnudagin 10. mars, tá ið HB verður gestur í Klaksvík.









