KÍ hevur fingið nýggjan høvuðssponsor

Týsdagin skrivaðu KÍ og Statoil undir sponsoravtalu, og v erður Statoil sostatt aftur høvuðsstuðul hjá klaksvíkingum

At eitt meistaraheitið dregur umrøðu og harvið sponsorar til sín, man ikki vera nøkur loyna, og hesum hava klaksvíkingar enn eina ferð prógvað.

Greipuánararnir hava nevnliga fyri stuttum gjørt sponsoravtalu við Statoil, sum við hesum hevur bundið seg at felagnum komandi tvey árini.

Til stuttleikar kann nevnast, at tá KÍ seinast gjørdist føoyameistari, í 1991, var somuleiðis nýggj avtala skrivað árið eftir, og eisini tað ferðina var tað Statoil, sum gjørdist høvuðsstuðul felagsins.

Umframt at Klaksvíkingar nú hava fingið nýggjan høvuðssponsor, er eisini gjørd avtala um búnararnar, sum KÍ leikararnir skulu leika í komandi árið.

Nýggju búnarnir eru av merkinum, Nike, og er henda avtala gjørd í samráð við All-Inter.


Væl nøgdir

Svend Jacobsen, sum er formaður í KÍ, sigur við Sosialin, at teir eru væl nøgdir við nýggju avtaluna.

Hvussu stóra upphædd talan er um, vildi formaðurin ikki upplýsa, men hann segði, at teir vóru væl nøgdir við, at teir á henda hátt høvdu fingið eitt gott ískoyti til raksturin hjá felagnum.

Undanfarna kappingarár hevur tað annars verið Norðoya Sparikassi, sum hevur verið høvuðsstuðul hjá KÍ, og formaður leggur dent á, at nýggja avtalan ikki skal skiljast sum nakar mótvilji móti Sparikassanum.

Tvørtur ímóti sigur hann, at teir framhaldandi hava eitt sera gott samstarv við Norðoya Sparikassa, sum framhaldandi er ungdómssponsor hjá felagnum. Hetta merkir, at Norðoya Sparikassi er stuðul hjá øllum ungdómsliðunum hjá KÍ, og einki er at ivast í, at hetta eisini er nakað, sum leiðsla felagsins er sera fegin um.