KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við 27 ára gamla danska málverjan, Mathias Rosenørn. Hann hevur spælt við eitt nú Esbjerg FB.
- Til kappingarárið 2021 hevur KÍ undirskrivað sáttmála við Mathias Rosenørn sum er málmaður og hevur umboða eitt nú Esbjerg FB. Mathias er 27 ára gamal og 1,84 m høgur. Hann hevur áður verið á danska U20 landsliðnum, umframt at hann hevur spælt við Esbjerg FB, Brabrand IF, Skive IK og Thisted FC, skrivar KÍ.
KÍ fekk óvæntandi trupulleikar á málmanspostinum í ár, tá ársins málverjin í 2019, Kristian Joensen, hevði nakrar óhepnar støður. Tá Meinhard P. Joensen boðaði frá, at hann fór at gevast, so valdi KÍ at heinta Lukasz Jarosinski inn til seinnu hálvu, men hann verður ikki verið komandi kappigarár.