KÍ hevði neyðuga hepnið við sær

(Rás2) NSÍ-málverjin, Tórður Thomsen harmast tapið ímóti KÍ, men fegnast um at verða aftur í barndómsfelagnum

- Teir (KÍ) høvdu hepnið sum skuldi til fyri at vinna dystin. Orðini eigur Tórður Thomsen sum vardi málið hjá NSÍ í dag, tá hann og liðfelagarnir taptu 0-1 ímóti KÍ.

 

Sjálvt um upptøkurnar hjá Kringvarpinum vísa, at sigursmálið hjá Jóannesi Bjartalíð var væl stútað inn, so heldur Tórður Thomsen, at hann við eitt sindur av hepni kundi sligið bóltin út til horna.

 

Tórður Thomsen undirstrikar, at hann og liðfelagarnir lata seg ikki ávirka av øllum FM-favorittprátinum, sum er rundanum NSÍ. Tórður Thomsen greiðir frá, at hann og liðfelagarnir vita hvørjar dygdir teir hava, og teir taka tað harfrá.

 

Tórður Thomsen er annars glaður fyri at verða heima í barndómsfelagnum aftur, og sigur seg verða sera væl móttiknan í felagnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Tórð Thomsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í kvøld. 

 

Samrøðan Rás2 hevði við sigursmálskjúttan hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð hoyrist HER