KÍ hevði fimm milliónir í yvirskot í 2020

KÍ fekk heilar 12 milliónir krónur fyri luttøkuna í Evropa farna summar

Norðlýsið skrivar í kvøld, at KÍ hevur havt aðalfund og rokniskapurin vísur eitt yvirskot á fimm milliónir krónur. Tað er serliga inntøkurnar frá Evropaluttøkuni, sum gera munin. KÍ fekk ikki færri enn 12 milliónir, fyri at luttaka í Champions League og síðani Europa League.

Norðlýsið skrivar víðari, at starvsfólkalønir vóru tilsamans sjey milliónir krónur. Av teimum fóru fimm milliónir til spælarahópin, umframt bonus í Evropa.  Á fundinum bleiv starvsnevndin vald og har var eingin útskifting. Síðani síðsta aðalfund var Eyðstein Poulsen komin í tóma sessin fyri ungdómsfótbólt. Hann bleiv valdur fyri komandi árið.

Nevndin sum bleiv vald á aðalfundinum var hendan:

Formaður: Tummas Lervig

Næstformaður: Rúni Heinesen

Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen

Nevndarlimur fyri besta mansliðið: Kaj Dam

Nevndarlimur fyri ungdómsfótbólt: Eyðstein Poulsen

Nevndarlimur við ábyrgd av samskifti felagsins: Rói Clementsen

Nevndarlimur við ábyrgd av sponsorum felagsins: Jákup Eydnugarð