KÍ hevði avlop

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevði frægasta fíggjarliga úrslitið í mong ár í fjør, og á aðalfundinum í farnu viku varð formaðurin í felagnum afturvaldur fyri eitt tvey ára skeið

Aðalfundur

KÍ kundi fyri fyrstu ferð í fleiri ár vísa eitt avlop á roknskapinum fyri 2003. Eftir eitt stórt hall í 2002, hevði felagið í 2003 eitt avlop á umleið 25.000 krónur.
Hetta kom fram á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum varð hildin í farnu viku.
Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, fegnaðist á um, at tað hevði eydnast at betra um úrslitið hjá felagnum, men hann staðfesti, at stóra skuldin hjá felagnum framvegis er tyngjandi, og ein loysn má finnast á hesum í næstum.
? Tað er framvegis heldur eingin louna, at skuld felagsins er alt ov stór, og eitt nú er stóra rentuútreiðslan ein tung byrða fyri raksturin. Tí má tað finnast ein loysn uppá skuldabyrðuna, sum ikki liggur 15 ár frammi í tíðini, men helst bara nakrar mánaðir frammi í tíðini, segði Gestur Hovgaard í síni formansfrágreiðing.
Hann helt, at ein loysn at á trupulleikanum var, at KÍ seldi KÍ-høllina.

Formaður afturvaldur
Á aðalfundinum stóð formaðurin fyri valið, og Gestur Hovgaard varð valdur aftur uttan mótvalevni. Hann skal tí verða bossur í KÍ næstu tvey árini.
Tiltakslimurin í starvsnevndini, Ólavur Poulsen, stóð eisini fyri valið, og hann var somuleiðis afturvaldur. Hinir limirnir í starvsnevndini hjá KÍ eru Karl Birgir Isaksen og Nichels Lützen.
Stóra kjakevnið á fundinum var ætlanin at stovna partafelag at reka besta mansliðið í felagnum. Leiðslan vildi hava nakrar meiningar frá limunum um hetta, og tað fekk hon ? bæði fyri og ímóti.
Á fundinum var nýggi spælibúnin hjá 1. deildarliðnum vístur fram, og nýtt 100 ára búmerki var avdúkað.