Fótbóltur
Oftani verður tikið til, at tað í veruleikanum als ikki skal so nógv til, um eitt lið skal bróta eina sonevnda ónda ringrás.
Tað mundu helst eisini vera nógvir klaksvíkingar, sum roknaðu við, at hetta fór at gera seg galdandi, tá KÍ langt um leingi fekk ein sigur seinasta vikuskifti. Tann sigurin bar í fyrstu atløgu við sær, at TB varð lagt einsamalt á botnsessin, og megnaðu klaksvíkingarnir at draga nakað av sjálvsálitið við sær úr tí dystinum, so tóktist ein sigur á EB/Streymi á ongan hátt ógjørligur.
Og tað byrjaði eisini stak væl. KÍ var væl við í dystinum fyri steðgin. Teir royndu at trýsta gestirnar aftur móti brotsteiginum, og møguleikar spurdust eisini burturúr. Men meðan Kurt Mørkøre akkurát var ov stuttur ta einu ferðina, stórbjargaði Rene Tórgarð í EB/Streyma-málinum, tá málrevurin seinni gjørdist púrasta leysur.
Hjá EB/Streymi vóru talan ikki um so nógvar møguleikar, men Hans Pauli var tó nær við, tá hann fyrst hevði jonglerað seg leysan, áðrenn hann høgdi til úr spískum, og einans ein fantom-bjarging frá Meinhardt Joensen í KÍ-málinum forðaði fyri einum leiðslumálið.
Tað varð ístaðin KÍ, sum kundi leggja seg á odda, tá Marek hamraði til ein returbólt, sum varð stútaður út frá málinum. Kósin var kanska ikki heilt so bein, men tá Sorin Anghel royndi at stúta burtur, fekk hann bara avrættað bóltin, og so var Rene Tórgarð prísgivin.
Lívligir kantar
Eftir steðgin vendi spælið tó til fyrimuns fyri gestirnar. Ikki minst vóru Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen væl upplagdir á kantunum, og fleiri ferðir vóru boð eftir KÍ-verjuni, uttan at talan tó gjørdist um teir heilt stóru møguleikarnar.
Tað var eisini av kantunum, at málið kom. Vandin tóktist annars ikki so stórur, tá Hans Pauli við rygginum móti málinum skuldi taka ímóti bóltinum, men við einum vøkrum saksasparki fekk hann kortini sent bóltin í meskarnar.
KÍ royndi at svara aftur, men tað gav at kalla baksláttur, tá teir royndu at flyta fólk niðan á vøllin. Tað gav í øllum førum EB/Streymi góðar fortreytir at spæla eyðkenda kontra-spælið, og so beyð ikki bøtur. Egil á Bø legði gestirnar framum, tá hann var fyrstur á bólti úr høgru, og tá Sorin lítla løtu seinni varð spældur leysur, var hann ísakaldur.
Við 3-1 dovnaði spælið nakað, men klaksvíkingarnir fingu eina lítla vón, tá Ove Nysted var so nógv hægstur og drønstútaði innlegg úr vinstru. Meira enn ein vón gjørdist tað tó ongantíð til. Sorin var enn einaferð rætti maðurin á rætta staðnum løtu seinni, og so var leyst og liðugt. Niðri við 2-4 megnaðu klaksvíkingarnir ikki at reisa seg aftur, og meðan teir fimm minuttirnir, sum dómarin hevði lagt afturat tíðini, gingu, kundu gestirnir draga andan púrasta róliga.
Tað er tó ikki nakað, sum klaksvíkingar kunnu loyva sær í hesum døgum. Hóast sigurin á TB gav nakað av luft til botnsessin, so er so langt í frá sloppið enn.
Og tað er einki dulsmál, at skal felagið lyfta seg, so skal tað helst gerast í teimum fýra komandi dystunum. Her verður talan um dystir móti fleiri av teimum liðum, sum eru stødd niðarliga á talvuni, umframt at Skála eisini kemur á vitjan. Í øllum førum munnu viðhaldsfólkini vóna, at talan ikki verður um spentar støður undan seinastu trimum umførunum. Tá skulu klaksvíkingarnir tvær ferðir til Havnar, áðrenn NSÍ kemur á vitjan í seinasta umfarinum, so tað talar av álvara fyri einum sera truplum endaspurti.