KÍ gleið í svinginum

EB/Streymur heldur framvegis kósina púrasta beina. Við at taka øll stigini í Klaksvík setti liðið eina feitu striku undir, at teir í løtuni eru so nógv tað besta boðið upp á ein komandi føroyameistara

Fótbóltur

Nú farið verður undir seinasta triðingin av Formula-kappingini, er tað fyrst og fremst ein spurningur, sum øll vilja hava svarað: Megnar EB/Streymur at halda dampinum, soleiðis at fyrsta FM-heitið nakran tíð kann vinnast til høldar hjá felagsliðnum?
Tað hevur verið tosað um, at komandi fýra uppgerðirnar mest sum eru sannleikans tími í so máta. KÍ á útivølli, HB heima, B36 í Gundadali og so heima móti NSÍ. Fýra dystir, har EB/Streymur hevur møguleikan at senda argastu kappingarneytarnar av í svinginum, og júst hetta var eisini tað, sum hendi í Klaksvík leygardagin.
Karmurin kring dystin kundi illa verið nakað betri. Summafestivalurin saman við ósvikaliga áhuganum, sum fótbóltsspælið hevur í Klaksvík, syrgdu fyri úti við 1300 gjaldandi áskoðarunum, umframt at hópur av øðrum fólki eisini var til dystin.
Og stóran part av dystinum fingu tey eisini rættiliga gott undirhald. Bæði liðini kundu kanska skipað spælið betri, men nervin var fyri tað mesta rættiliga stórur og intensur.
Og hóast virðingin fyri mótpartinum avgjørt var til staðar, so var talan eisini um álopsfótbólt. Snøgt sagt, so vildu báðir partar vinna dystin, og við nógvum spæli út móti kantunum, vórðu lunnarnir lagdir til ein dyst, sum avgjørt kundi fara báðar vegir.

Óhvast álop
At tað so kortini vórðu gestirnir, sum við einum rættiliga tryggum sigri fóru avstað við øllum, hevði sjálvandi sínar orsøkir. Fyrst og fremst, so tóktist tað, sum vildi EB/Streymur meira enn vertirnir. Hóast KÍ til tíðir hevði eina heilt fitta yvirvág í spælinum, so steðgaði spælið alt ov ofta upp, tá bóltarnir komu innfyri. Partvíst tí Christain Lundberg og Paul Clapson í ov stóran mun vóru at finna í borðunum, heldur enn at vera menninir, skuldu berjast um bóltarnar í feltinum. Og partvíst tí EB/Streymur enn einaferð prógvaði, at liðið hevur eina tí sterkastu miðverjuna í landinum.
Og at miðverjan dugdi annað enn bara rudda bóltar burtur, prógvaði Marni, tá hann var maðurin, ið legði EB/Streym á odda. Markeringin hjá KÍ sveik í deyðbóltsstøðu, og so kundi Marni mest sum flúgvandi stúta bóltin í kassan.
Og í hinum endanum var tað eisini ein verjuspælari, sum hevði avgerandi leiklutin, tá KÍ fekk javnvág íaftur. Altíð ungi Marek hevði dittað sær framvið, og tá hann rak inn í brotsteigin, varð hann heldur óneyðuga feldur, og so kundi Atli senda í kassan.

Heppið mál avgjørdi
Útjavningin gav eisini KÍ alt betri mót upp á uppgávuna. Í løtuni undan steðgin tóktust teir trýsta nógv, og onkra ferðina brendi heilt nógv á framman fyri málið hjá EB/Streymi. Ta einu ferðina brast skot á stólpan, og í øðrum føri varð stútað beint fram við í góðari støðu.
Spakuliga fingu gestirnir tó aftur fatur um dystin, og tað gekk heldur ikki so long tíð, áðrenn teir sluppu at spæla upp á sínar premissur. Málið var kanska eitt dømi um, hvussu neyðuga hepnið ofta hevur hug at fylgja einum oddaliðið. Ronnie Samuelsen fekk einki serligt skot á, tá yngri bróðurin saman við Bárði Olsen skræddu KÍ-verjuna upp. Flestu mundu eisini halda, at Meinhardt hevði tamarhald á bóltinum, men onkursvegna sníkti bólturin seg umvegis stólparótina í kassan.
Og eftir hetta varð ongan tíð heilt vandamikið at vera EB/Sreymari. Mynstrið varð nú júst soleiðis, sum teir vildu hava tað. KÍ hevði bóltin nógv, men tá teir komu móti fýrkantaða teiginum, sótu gestirnir á tí allar mesta. Og við tveimum fínum kontramálum eydnaðist so eisini at drepa dystin. Ikki minst var tað fyrra av hesum ein sonn perla, tá Rafal legði inn fyri til Bárð, sum sera kontrollerað lobbaði bóltin upp um málverjan við eini vakrari fyrstuferðs-røring.

Eru favorittar
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur nú er átta stig undan næstu liðunum, og tó at fleiri teirra spæla longu í morgin, so skerst ikki burtur, at tað nú sær ikki bara gott - men heilt gott  út hjá felagsliðnum. KÍ man í øllum førum ikki gera sær nakrar serligar vónir um at vinna oddin aftur, og komandi umførini fara so at vísa, um onnur kunnu gera sær slíkar.
Í øllum førum stendur oddaliðið í støðuni, har teir kunnu senda at kalla allar kappingarneytarnir langt burtur. Fyrsta settið í so máta var tað í Klaksvík, og so fæst at vita, hvussu tað fer at ganga, tá HB, B36 og NSÍ standa næst í røðini. 4-1 í Klaksvík var í øllum førum ein greið ávaring til hini liðini um, at EB/Streymur nú stendur so langt fremst í røðini, tá tosað verður um FM-biðlar.