Tað gekk einki serligt hjá Køge og Jónas Tór Næs, tá teir um vikuskiftið vitjaðu hjá Næstved. Dysturin endaði við 2-1 sigri til Næstved, sum avgjørdi dystin fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Køge royndi eftir hetta at leggja trýst á Næstved, men tað eydnaðist ongan tíð av álvara. Køge er tó enn á sætta plássi í donsku 1. deild. Komandi sunnudag verður talan um grannauppgerð, tá Herfølge kemur á vitjan.










