KÍ fulla úrtøku

Fótbóltslagið í Klaksvík er gott. Í hvussu so er í bláu leguni. Orsøkin er tann, at KÍ í kvøld hevur vunnið fyrsta landskappingardystin í ár. NSÍ vitjaði, og teir gulu og svørtu eru á veg út aftur á Skálafjørðin við 3-2 tapi. Tað eigur at kennast sum vónbrot, tí NSÍ var tvær ferðir á odda.

Úrslitið ber við sær, at KÍ eftir seks umfør hevur seks stig, meðan NSÍ hevur fýra stig.

Páll A. Klettskarð varð settur inn á KÍ liðið miðskeiðis í 2. hálvleiki, og hann var meistari fyri báðum málunum, tá ið KÍ javnaði til 2-2 og skoraði sigursmálið.

Miðvallarin Jann Martin Mortensen legði NSÍ framum 1-0 í 12. minutti. Hetta var eftir KÍ deyðbólt og skjótt mótálop, har seks NSÍ spælarar vóru ógvuliga skjótir fram á vøllin.

Fimm minuttir seinni javnaði Philip Djordjevic. Talan var um nett somu støðu, sum tá ið NSÍ legði seg á odda. Hesa ferð var tað KÍ, sum fór í skjótt mótálop, og Philip Djordjevic var púra leysur, tá ið hann skoraði.

Í 29. minutti legði NSÍ seg aftur á odda. Hesa ferð var tað Klæmint A. Olsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg úr høgru.

Í 2. hálvleiki royndi KÍ at leggja trýst á. Páll Guðlaugsson gjørdi eftir lítlari løtu tríggjar útskiftingar, og tað var ein av innskiftu monnunum, Páll A. Klettskarð, sum skoraði útjavnandi málið til 2-2. og tríggjar minuttir undan leikloki skoraði hann sigursmálið.

NSÍ royndi síðstu løtuna at spenna álopsbogan, men talan gjørdist ongantíð um veruliga vandamiklar støður frammanfyri KÍ málið.

 

KÍ-NSÍ 3-2 (1-2)

0-1: Jann Martin Mortensen 10.

1-1: Philip Djordjevic 17.

1-2: Klæmint A. Olsen 28.

2-2: Páll A. Klettskarð 71.

3-2: Páll A. Klettskarð 82.

Dómari: Rúni Gaardbo

KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen (Páll A. Klettskarð, 56.), Ivan Joensen (Heðin Klakstein, 59.), Hjalgrím Elttør, Andy Olsen - Philip Djordjevic, Bárður J. Heinesen (Johan Jacobsen, 53.)

Gult kort: Jógvan Isaksen, Philip Djordjevic, Andras Gango

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen - Ari Ó. Ellingsgaard (Andras Frederiksberg, 82.), Jann Martin Mortensen, Óli Arge, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen (Magnus H. Olsen, 71.), Jens Joensen (Debes Danielsen, 77.)

Gult kort: Klæmint A. Olsen, Andras Frederiksberg, Jann Martin Mortensen

 

---

Liðugt!

3-2

 

Dómarin hevur lagt fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini!

 

90 min.

3-2: Páll A. Klettskarð 87.

Nú hevur heimaliðið lagt seg á odda í Klaksvík, har NSÍ vitjar. Málskjútti var aftur hesa ferð innskifti Páll Klettskarð, og aftur hesa ferð varð málið skorað eftir deyðbóltsstøðu. Hjalgrím Elttør sendi fríspark inn úr vinstru. Í fyrstu atlløgu hálvbjargaði Kristian Joensen í NSÍ málinum skotinum hjá Páll A. Klettskarð, sum var merkiliga leysur, men í aðru atløgu fekk Klettskarð bóltin inn um strikuna.

 

70 min.

2-2: Páll Klettskarð

KÍ hevur javnað. Innskifti Páll A. Klettskarð setti við handara stólpa bóltin í málið eftir uppspæl í høgru og innlegg frá innskifta Johan Jacobsen.

Heimaliðið hevur fyri løtu síðani sett tríggjar frískar menn á vøllin: Heðin Klakstein, Páll Klettskarð og Jóhan Jacobsen eru komnir á vøllin, og av vøllinum eru farnir Ivan Joensen, Henry Heinesen og Bárður J. Heinesen.

Heimaliðið hevur síðstu løtuna roynt at leggja trýst á, og nú hevur tað eydnast teimum at javna.

 

---

Hálvleikur

45 min.

1-2

Teir eru farnir at hvíla seg í Klaksvík. NSÍ er frammanfyri 2-1. Talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar eftir skipað uppspæl. Men eftir deyðbóltsstøður hevur verið vandamikið frammanfyri bæði málini. Merkisvert er tað, at øll málini eru skorað eftir deyðbóltssstøður. Fyrst skoraði NSÍ eftir KÍ deyðbólt og skjótt mótálop. So svaraði KÍ aftur eftir somu uppskrift, og so legði NSÍ seg aftur á odda, tá ið bólturin varð stútaður í málið eftir hornasparksinnlegg.

Hjá NSÍ er Jens Joensen, sum annars plagar at vera miðverji, í álopinum saman við Klæminti A. Olsen. Óli Arge er sentralur miðvallari saman við Jann Martini Mortensen og Pál Mohr Joensen er miðverji saman við Helga L. Petersen.

 

---

 

1. hálvleikur er um at vera liðugur í landskappingardystinum í Klaksvík, har NSÍ er á vitjan hjá KÍ. Støðan er 2-1 til NSÍ.

Gestirnir eru á odda 2-1. Miðvallarin Jann Martin Mortensen setti í 12. minutti hol á fyri NSÍ. Tað var eftir skjótt mótálop eftir KÍ horna og uppspæl í høgru.

Fimm minuttir seinni javnaði Philip Djordjevic fyri KÍ. Hann gjørdist einsamallur eftir skjótt mótálop og setti bóltin framvið Kristiani Joensen.

Í 29. minutti svaraði NSÍ aftur. Klæmint A. Olsen sendi við høvdinum bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.

Líkindini eru góð, og tað er nógv fólk kring vøllin í Klaksvík.

 

KÍ-NSÍ kl. 17.00

Dómari: Rúni Gaardbo

KÍ: Andras Gango - Álvur F. Christiansen, Jógvan Isaksen, Sørmund Kalsø, Ísak Simonsen - Henry Heinesen, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen - Philip Djordjevic, Bárður J. Heinesen

NSÍ: Kristian Joensen - Monrad Holm Jacobsen, Helgi L. Petersen, Pál Mohr Joensen, Sjúrður Jacobsen - Ari Ó. Ellingsgaard, Jann Martin Mortensen, Óli Arge, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen, Jens Joensen