TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við formannin í KÍ, Tummas Lervig aftaná KÍ hevði vunnið 3-1 á ÍF í Fuglafirði, og hevði fingið silvurheiðursmerkini handaði.
Tummas Lervig hevði selt kappingarárið fyri steypagull og silvur í effodeildini áðrenn kappingarárið byrjaði, men sum kappingin tók seg út stendur hann eins og risastóra KÌ-viðhaldsfjøldin við einum smakki av vónbroti í munninum. Serliga í mun til greiðu leiðsluna KÌ hevði tá fyrra helvt av landskappingini var liðug. Tummas Lervig heldur, at tað, sum oyðilegði mest fyri KÌ var 2-4 tapið ímóti ÍF á heimavølli í Klaksvík í 17. umfari. Bara ein javnleikur í tí dystinum, og KÌ hevði staðið við gullinum í dag.
Tummas Lervig meldar hart út við málsetninginum fyri 2017, og tað er sama útmelding, sum javnaldrin í Havn, HB. KÍ skal verða føroyameistari í 2017.
Tummas Lervig fegnast um, at valdsmiðdepulin í føroyskum fótbólti er fluttur úr Havn og til Eysturoynna og Norðoyggjar.