KÍ-formaðurin væntar ein dyst við nógvum áskoðarum

Tað er við spenningi, at formaðurin í KÌ, Tummas Lervig sær fram til effodeildsdystin millum KÍ og B36, sum samstundis er ein steypadystur á Norðoyastevnu.

 

Dysturin millum KÍ og B36 í Klaksvík skuldi upprunaliga verða spældur klokkan 18, men er fluttur til klokkan 19, tí tað eru so nógvir dystir á skránni gjøgnum dagin.

 

KÍ-formaðurin væntar at síggja nógv fólk til dystin, sum verður millum tvey lið, ið hava spælt nógvar javnleikir í ár.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eitt prát við Tummas Lervig um norðoyastevnudystin, og um gongdina hjá KÍ higartil í ár.