Kvinnuliðið hjá KÍ luttekur í hesum døgum í UEFA Women’s Champions League. KÍ er við í bólkaspæli, sum verður spælt í Kroatia. KÍ hevur higartil tapt tveir dystir – ímóti íslendsku meistaraunum Stjarnan og ímóti kroatisku meistarunum ZNK Oisjek.
Í dag verður triði og seinasti dysturin í bólkaspælinum, og hesaferð er mótstøðan hjá KÍ makedonska meistaraliðið ZFK Istatov, sum eisini hevur tapt fyrstu tveir dystirnar greitt.
Tí er spenningur um úrslitið í dystinum í dag. KÍ kvinnur halda seg hava ein kjans at vinna dystin, og tær fara eftir sigrinum. Ivaleyst hugsa tær á makedonska liðnum tað sama, og tí er lagt upp til ein spennandi og opnan dyst.
Dysturin millum KÍ og Istatov verður spældur kl 16.00 í dag.










