KÍ fekk gott lutakast – NSÍ minni gott

Europa League: KÍ og NSÍ vita nú hvørjum tey skulu spæla móti í undanumfarinum

Lutakastið til undanumfarið í Europa League hevur verið í dag. KÍ skal spæla móti Tre Fiori úr San Marino, meðan NSÍ skal spæla móti Ballymena úr Norðurírland. San Marino er helst veikasta fótbóltstjóðin í Evropa og tað sæst eisini aftur í liðfótbólti. Tí er talan um eitt gott lutakast fyri KÍ, sum í fjør vann seg víðari móti Birkirkara av Malta.

Undan lutakastinum skrivaði Jákup Ósá á bolt.fo, at Ballymena úr Norðurírland helst er torførasta mótstøðuliðið, sum føroysku liðini kunnu møta. Tíverri fyri runavíkingar, so møta teir júst Ballymena.

Fyrru dystirnir verða 27. juni, meðan seinni dystirnir verða 4. juli.

Her er lutakastið:

Progrès (LUX) v Cardiff MU (WAL)

La Fiorita (SMR) v Engordany (AND)

Sant Julià (AND) v Europa (GIB)

Ballymena (NIR) v NSÍ (FRO)

Prishtina (KOS) v St Joseph's (GIB)

Tre Fiori (SMR) v KÍ Klaksvík (FRO)

Barry Town (WAL) v Cliftonville (NIR)

 

Styrkismett: La Fiorita (San Marino), Progrès (Luksemborg), Cliftonville (Norðurírland), Europa (Gibraltar), NSÍ (Føroyar), KÍ Klaksvík (Føroyar), Prishtina (Kosovo)

Ikki styrkismett: Sant Julià (Andorra), Engordany (Andorra), Tre Fiori (San Marino), Barry Town (Wales), Cardiff MU (Wales), St Joseph's (Girbaltar), Ballymena (Norðurírland)