KÍ fekk endurreisn

KÍ vann á útivølli móti NSÍ, eftir at klaksvíkingar taptu heili 8-1 móti ÍF fyri viku síðani. Sigurin var uppiborin, og Olgar Danielsen var aftur á blettinum

KÍ vann heldur óvæntað á NSÍ í Runavík leygardagin. Eftir at KÍ tapti 8-1 móti ÍF í seinastu viku, hevði eingin væntað sær nakað serligt frá teimum. Men tað eydnaðist klaksvíkingum at vinna 2-0, og sigurin var uppiborin.
Tað var Olgar Danielsen, sum legði KÍ á odda eftir fimtan minuttir í fyrra hálvleiki. Leon Bjartalíð legði innfyri úr høgru síðu, og bólturin datt fyri føturnar á Helmari Lassen, sum tó ikki fekk skot á. Bólturin datt heldur tilvildarliga til tann gamla málrevin Olgar Danielsen, og hann fekk bóltin framvið málverjanum til 1-0.
Tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki eydnaðist tað KÍ at økja um leiðsluna. Leon Bjartalíð fekk bóltin fekk bóltin á miðvøllinum, og hann rak oman móti málinum. Úr 30 metra fjarstøðu royndi hann seg við langskoti, sum endaði í málinum. Eitt sera vakurt mál verður sagt úr Runavík.
KÍ-spælararnir vildu fegnir hava eyðmýkjandi tapið í Fuglafirði av herðunum, og tí kempaðu teir sera væl allan dystin. NSÍ fekk tó eisini nakrar málmøguleikar í sín lut, men hesir vórðu allir brendir. Tað nærmasta, sum NSÍ kom einum máli, var tá bólturin brast í stongina. KÍ hevði hinvegin tvær royndi á træverkið.

Farnir at venja
Tá KÍ tapti í Fuglafirði hevði liðið ikki vant nakað serligt, men farnu vikuna hava leikararnir á 2. liði verið til venjingar, og tað hevur givið úrslit.
Kurt Mørkøre hevur átikið sær venjingina av 2. deild umframt besta liðnum hjá felagnum, og nú tykist sum skil er komið á karmarnar kring 2. deild hjá KÍ.
NSÍ hevur einki stig eftir dystir, og tað hevur heldur ikki eydnast at fingið nakað mál hesar 180 minuttirnar. Komandi vikuskiftið tekur KÍ ímóti LÍF í sínum fyrsta heimadysti, meðan NSÍ skal til Vágs.

NSÍ ? KÍ 0-2 (0-2)
1-0: Olgar Danielsen
2-0: Leon Bjartalíð